Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu týskvøldið í útidysti í bólki 4 í EHF European League stórsigur 36-24 á sveisiska liðnum, Kadetten Schaffhausen. Í steðginum var Hannover á odda 15-13.
Vilhelm skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir.
Hannover er fremst í bólkinum við seks stigum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Tvey mál hjá Vilhelmi síggjast í samandráttinum:
##med2##











