VIDEO: Stoltleikin hjá Skipafelagnum var "TJALDUR"

(Video) Síggj stuttan 16 mm litfilm frá 1953, ið vísir ferðamannaskipið "Tjaldur" hjá Skipafelagnum

Skipafelagið kann í dag, 23. februar halda sín 100 ára stovningardag.

 

Millum mongu avrikini hjá Skipafelagnum í farnum døgum stendur ferðamannaskipið "Tjaldur" frammaliga.

 

Í juli í 1953 filmaði Alfred "Alf" Cordiner (1908-1996) úr Aberdeen ferðamannaskipið "Tjaldur" í Lerwick í Hetlandi.

 

Helst er talan um elstu 16 mm litfilmsupptøkuna av hesum ferðamannaskipinum hjá Skipafelagnum.

 

Í 1967 var ferðamannaskipið "Tjaldur" selt til Chile.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj stutta 16 mm litfilmin hjá Alf Cordiner frá 1953 av Tjaldrinum, ið var stoltleiki føroyinga í sínari tíð.

 

Á HESARI 16 mm litfilmsupptøkuni hjá Alf Cordiner frá 1955 sæst "Tjaldur" við Eystaru Bryggju í Havn ta fyrstu løtuna av filminum