VIDEO: Storhamar tapti í útidysti í Champions League

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Debrechen-Storhamar 26-24 (10-13)

Mynd: Eurohandball

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar spældu fyrr í kvøld dyst á útivølli í bólki A í Champions League.

 

Tað gekk væl í fyrra hálvleiki móti Debrechen, og í steðginum var Storhamar á odda 13-10. Men tað gekk ikki líka væl í seinna hálvleiki, og tað endaði við einum 26-24 sigri til Debrechen.

 

Storhamar er nummar seks í bólkinum við seks stigum. 

 

Mikudagin klokkan 17.15 spælir Storhamar dyst á útivølli í bestu norsku hondbóltsdeildini, har Tertnes verður mótstøðuliðið.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Debrechen-Storhamar 26-24 (10-13):

 

##med2##

 

Mynd: Eurohandball