Løgreglan veit ikki enn, hví eldur brádliga kom í ein lastbil á Kaldbaksvegnum mikudagin. Eldurin var stórur og login stóð langt upp úr lastbilinum og tjúkkur, svartur roykur fór upp í loft. Avleiðingin var, at Kaldbaksvegurin mátti steingjast eina góða løtu ímeðan eldurin varð sløktur.
Ongin fólkaskaði var, men løgreglan fer nú at kanna, hví eldur kom í bilin. Men bilurin fekk stóran skaða, alt stýrihúsið er kolað upp, so spurningurin er, hvat er eftir at kanna. Samstundis eru onkur vitni, sum sóu eldin og tey skulu eisini avhoyrast.
Men løgreglan sigur, at tað er í onkustaðni frammi í stýrhúsinum, ella undir tí, at eldurin er kyknaður, tí lastin er mestsum heil og óskalað.
Upptøka: Allan Samuelsen