Viðmerkingar til trygdar-skeið fyri sjófólk

Felagsstjórnin í Føroya Fiskimannafelag hevur viðgjørt nevndu kunngerð. Vit taka sjálvsagt undir við øllum tiltøkum, sum kunnu bøta um trygdina hjá sjófólki. Tó vilja vit gera fylgjandi viðmerkingar til hesa kunngerð:

?Kravið um at ein og hvør, sum fer til skips fyrstu ferð eftir 1. oktober 1997, skal hava staðið góðkent trygdarskeið, fer at forða fyri tilgongd av manning til fiskiflotan. Eitt er, at neyvan kann roknast við, at nakar av hesum longu hevur staðið eitt slíkt skeið. Annað er, at tað er vanligt í Føroyum, at ungir dreingir royna seg fram fyri at finna fram til sítt framtíðarstarv. Tí er tað vanligt, at teir royna sjólívið eina tíð, áðrenn teir taka endaliga støðu. At fara til skips kostar í sær sjálvum rættuliga nógv í útgerð v.m. Skal krav um trygdarskeið setast teimum bert fyri at royna ein túr, fer hetta at verða ein heilt álvarsom forðing hjá ungfólki at royna sjólívið. Tí kann tað ikki vera rímuligt at seta slíkt krav fyrr enn eina nærri ásetta tíð á sjónum.

?Fiskimannafelagið fer annars undir ongum umstøðum at góðkenna, at krav um trygdarskeið verður sett teimum, uttan at tað samstundis verður greitt, at teir ikki skulu gjalda hetta sjálvir. Vit kunnu bert vísa til allar aðrar skipanir í samfelagnum, har frálæra er ókeypis, og har tað enntá verður latið næmingunum studning. Í hesum førinum er tað ein almennur myndugleiki, sum setir hetta krav fram. Tískil er minsta krav, at sami myndugleiki tryggjar teimum, sum sett verða hetta krav, eisini tryggjar at skeiðini verða fíggjað. Annars er tað ov vánaligt, at t.d. tey feløg, sum umboða hesi fólk, ikki hava verið kunnað um henda spurning.

?Kunngerðin er annars ikki serliga greið. Tað eru reglur um teir, sum hava siglt eftir 1. oktober 1995. Men hvat t.d. við teimum, sum hava siglt undan hesi dagfesting og sum nú vilja fara til skips aftur?

?Nú vita vit, at frálærumøguleikarnir í trygdarskeiðum eru avmarkaðir. Vit vilja fegin hava eina meting av, hvørt tað mál við at taka trygdarskeið, sum er ásett í kunngerðini, yvirhøvur letur seg gjøgnumføra.

?Vit halda tað eisini vera løgið at koma við eini kunngerð, sum er dagfest 1. oktober, og sum kemur í bløðini 3. oktober, og sum í veruleikanum setur krøv við afturvirkandi gildi.

?Vit meta málið vera alt ov lítið upplýst og alt ov illa fyrireikað. Tí vilja vit mæla til, at steðgað verður við reglunum í kunngerðini. Og at reglurnar verða viðgjørdar og fyrireikaðar við medvirkan av teimum, sum kunngerðin viðvíkur. Bert á henda hátt kunnu vit fáa eina skipan, sum veruliga livir upp til sítt endamál.