KÍF er ikki longur oddalið í Atlantic Airways-deildini. Hetta gjørdist greitt í kvøld, eftir at KÍF heima í kollafirði tapti stórt 30-38 ímóti VÍF og mátti lata júst VÍF oddasessin. Hálvleiksstøðan var 16-22 til VÍF.
VÍF beit frá sær longu tíðliga í dystinum og økti so líðandi um munin. Tað kom ongantíð spenningur í dystin, sum var sermerktur av góða álopsspælinum hjá VÍF og buldrandi nógvu málskjótingini.
VÍF er nú á odda í Altantic Airways-deildini, eitt stig frammanfyri KÍF. Teir úr Vestmanna hava tó leikt ein dyst fleiri enn KÍF og tveir dystir fleiri enn øll hini liðini í deildini.
Beinleiðis frásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, sæst niðanfyri:
Liðugt: 30-38 til VÍF. Nógvur rómur í høllini í Kollafirði, har vestmenningar fegnast um at teir nú eru oddalið í Atlantic Airways-deildini.
56min.: 27-35 til VÍF. Nicklas Selvig tekur sakina í egnar hendur og tryggjar KÍF nøkur mál, men tað nervar ikki VÍF, sum nú hevur tikið time-out fyri at binda um heilan fingur.
53min.: 25-34 til VÍF. KÍF mansverjir í løtum Filip Jojic, men hava nú aftur skift til flata 6-0-verju.
50min.: 24-32 til VÍF. KÍF hevur pyntað eitt sindur um við tveimum málum, men tað tykist vera ov seint at fremja eitt comeback.
48min.: 21-31 til VÍF. Nú eru 10 mál á muni! Tað líkist alt meiri eini eyðmýking hjá KÍF, sum haltar bæði í álopi og verju.
45min.: 21-29 til VÍF. Eiheldur hesaferð tók KÍF av møguleikanum í yvirtali. Spælið harðnar og nú hevur Magnus Muller hjá KÍF aftur fingið tveir minuttir.
43min.: 20-28 til VÍF. Filip Jocic fekk tveir minuttir fyri at spæla bóltin við fótinum, men KÍF tók ikki av og yvirtalsløtan endaði javnt 1-1. Nú fáa teir ein nýggjan møguleika eftir at Jóan Pauli Høgnesen hevur fingið tveir minuttir.
40min.: 19-27 til VÍF. VÍF vann yvirtalsløtuna 0-2 og tað líktist mønustinginum. VÍF fer stórleypandi eftir oddasessinum í Atlantic Airways-deildini.
38min.: 19-25. Magnus Muller við einari ófantaligari takkling, fær tveir minuttir og betrar ikki beinleiðis um útlitini hjá KÍF at gera comeback.
35min.: 19-24 til VÍF. Tað tykir at vera øðrvísi lív í KÍF-liðnum nú, samstundis sum Óla Kristian Djurhuus er komin í KÍF-málið og skal royna at halda VÍF frá málskjótingini.
Hálvleikur: 16-22 til VÍF. Yvirtal, mansverja og útskiftingar. Einki tykist rigga hjá KÍF fyri at steðga VÍF í málskjótingini, sum kemur allastaðni frá og hevur skapt teimum eina sannførandi hálvleiksleiðslu.
28min.: 15-22 til VÍF. KÍF er í yvirtali løtuna til hálvleikssteðgin eftir at Sámal Jákup Djurhuus hevur fingið tveir minuttir fyri harða takkling á Rasmus Junker, sum er sloppin at royna seg hjá KÍF og hevur flutt Nicklas Selvig út á høgra vong.
25min.: 14-21 til VÍF. Vestmenningar taka av møguleikanum í yvirtali og økja enn meiri um leiðsluna. Nú fer at stunda til hjá kollfirðingum, um teir ikki skulu tveita stigini fyri borð longu í fyrra hálvleiki.
23min.: 13-18 til VÍF. KÍF tapti yvirtalsløtuna 0-1 og við máli frá Sámal Jákupi Djurhuus økir VÍF um leiðsluna. Nú hevur KÍF hinvegin fingið tveir minuttir útvísing, nevniliga Rógvi Weihe.
21min.: 13-17 til VÍF. Agnar Joensen hjá VÍF hevur fingið tveir minuttir frá dómaraparinum, sum í kvøld er Eyðun Samuelsen og Heri Petersen.
18min.: 10-15 til VÍF. Málini rapa framvegis inn og tað eru 25 mál komin hóast fyrri hálvleikur ikki er stórt meiri enn hálvrunnin. Henrik Gerster hevur tikið time-out. Serliga VÍF skiftir lívliga út og býtir orkuna ímillum breiða leikarahópin.
17min.: 9-14 til VÍF. Jóan Pauli Høgnesen er stórspælandi og hevur skotið fleiri mál á rað fyri VÍF síðstu løtuna.
14min.: 7-11 til VÍF. Verjan hjá vestmenningum stendur stinn og í løtuni er tógvið stríð hjá KÍF at skjóta mál.
10min.: 6-8 til VÍF. KÍF spæla seg leysar á strikuni og minka til 6-7, men Filip Jojic brúkar fá sekund um at aftur økja til tvey mál á muni.
8min.: 5-7 til VÍF. Filip Jojic høggur bóltin í málið til 5-7 og KÍF-venjarin, Jakob Jónsson, tekur time-out fyri at hjálpa uppsteðgaðu heimamonnunum.
7min.: Javnleikur 5-5. VÍF hevur svarað aftur og nú stendur aftur á jøvnum.
5min.: 5-3 til KÍF. Málini hava rapað inn fyrstu løtuna og serliga heimamenninir hava broderað seg væl ígjøgnum.