Ein dystur er blivin spældur í FTZ-deildini, og hann varð leiktur í Badmintonhøllini í Klaksvík. Liðini, ið hittust, vóru nummar sjey og tvey í bestu mansdeildini í hondbólti, Team Klaksvík og VÍF.
Onki var at siga til, at VÍF, sum hevur eitt finalupláss at spæla fyri, var stórfavorittur undan dystinum. Og tað bleiv eisini til ein greiðan sigur til útiliðið, ið vann við heili 14 málum. Endaliga úrslitið gjørdist 42-28 til VÍF eftir hálvleiksstøðuna 25-16.
Kvøldsins úrslit merkir, at VÍF hevur 28 stig fyri 20 dystir. Harvið eru vestmenningarnir trý stig aftanfyri H71 á fremsta plássi, men samstundis eru teir seks stig frammanfyri KÍF, ið er nummar trý. Tó hevur VÍF spælt ein dyst meir enn bæði H71 og KÍF.
Team Klaksvík er framvegis aftast við ongum stigi.
Stigatalvan í FTZ-deildini sæst niðanfyri:
1. H71 - 31 stig
2. VÍF - 28 stig
3. KÍF - 22 stig
4. Kyndil - 21 stig
5. StÍF - 18 stig
6. Neistin - 14 stig
7. Team Klaksvík - 0 stig
Øll liðini í deildini hava spælt 19 dystir, undantikið VÍF, sum hevur spælt 20 dystir.