H71 vann greiðan sigur í stórsteypadystinum

Greipuvinnararnir vunnu áttamálssigur á Kyndli

Mynd: HSF

Greipuvinnararnir frá undanfarna kappingarári í Burn Mansdeildini, HSF halda fast í sigursrøðini.

 

Í stórsteypadystinum vunnu hoyvíkingar greiðan 37-29 sigur á Kyndli. Í steðginum var H71 á odda við heili 10 málum. Tá var støðan 18-8.

 

Boas Ellefsen á Skipagøtu var við níggju málum toppskjútti hjá H71. Niklas H. Hanusarson skoraði sjey mál, og Helgi H. Hoydal skoraði seks mál. 

 

Gabriel Skeel Árnason, Teitur Poulsen Hellisdal og Tobias Thisen vóru deildir toppskjúttar hjá Kyndli við seks málum hvør. 

 

Mynd: HSF