Lars Olsen heldur júst nú tíðindafund, har hann kunngerð, hvørjar 23 mans hann hevur tikið út til komandi landsliðsuppgávurnar, sum eru á útivølli móti Norður Írlandi og á heimavølli móti Ungarn.
Í mun til landsdystin móti Finnlandi eru tvær broytingar framdar. Inn eru komnir Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar. Teir spæla báðir í Víkingi, og hjá Sølva er møguleikin her, at hann kann spæla sín fyrsta landsdyst.
Út eru farnir Odmar Færø úr B36 og Klæmint A. Olsen úr NSÍ. Odmar hevur havt trupulleikar seinastu vikurnar, og í teimum báðum seinastu dystunum hjá B36 móti NSÍ og ÍF er hann skiftur út. Klæmint fær ikki endurval hesaferð. Hann dystast við Jóan Símun Edmundsson, Arnbjørn T. Hansen og Páll Klettskarð um pláss í føroyska álopinum, og hesa ferð gjørdist runavíkingurin altso tann lítli í hesum dystinum.
Eitt lítið fyrivarni í úttøkuni er, at Johan Troest Davidsen í dag noyddist av vøllinum við skaða í handliðnum. Hann verður í løtuni kannaður, og er talan um brot, so verður neyðugt at taka út annan spælara.
Hópurin til komandi landsdystirnar sær soleiðis út:
Málverjar
Gunnar Nielsen, Motherwell
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, B36
Útispælarar
Jónas Tór Næs, EB/Streymur
Viljormur Davidsen, Vejle
Johan Troest, HB
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Ålgård
Sonni Ragnar Nattestad, AC
Ari Mohr Jónsson, Silkeborg
Bárður Hansen, Víkingur
Fróði Benjaminsen, HB
Gilli Sørensen, AaB
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Róaldur Jakobsen, B36
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager
Hallur Hansson, Víkingur
Brandur H. Olsen, FCK
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, HB
Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur
Páll A. Klettskarð, KÍ