Tað er lítið, sum riggar hjá B36. Í dag var fyri triðju ferð á rað eitt av toppliðunum og heiðursmerkjaliðunum í fjør mótstøðulið, og aftur í dag megnaði B36 ikki at skora mál. Tað gjørdi mótstøðuliðið, og so tapti B36 fyri triðju ferð á rað.
Ímóti KÍ í Klaksvík og HB í Gundadali endaði tað við 1-0 tapi. Í dag var Víkingur greitt omaná ímóti B36, sum var øgiliga lítið sannførandi. Sendingarnar vóru óneyvar, temjingarnar ikki góðar, og í verjuspælinum passaði tað illa. Longu í fyrra hálvleiki sóu fleiri av sentralu spælarunum gula kortið, og tað lá í luftini, at reyða kortið kundi verða at síggja. Magnus Holm Jacobsen var um reppið at síggja gula kortið fyri aðru ferð, og so varð hann skiftur út.
Víkingarnir løgdu seg á odda beinanvegin, tá ið Sølvi Vatnhamar umsetti brotsspark til mál, og dygst undan steðginum økti Andreas Lava Olsen um munin til 2-0, eftir fínt álop úr høgru. Sera væl upplagdi Sølvi Vatnhamar smekkaði til úr spískum, Mattias H. Lamhauge hálvbjargaði so væl, sum tað sømir seg málverja, sum fyri fáum døgum síðani hevur verið á landsliðnum, men ólukkutíð fyri Mattias og B36 stakk bólturin út til Andreas Lava Olsen, sum takkaði fyri og smekkaði bóltin í málið.
Smáar tíggju minuttir eftir steðgin varð tað staðfest, at øll stigini fóru at fara úr Gundadali, og at tað verður ikki B36, sum – í fyrstu atløgu í hvussu so er – fer at bjóða av í heiðursmerkjastríðnum. Víkingur vísti, at teirra lið av álvara hevur reist seg eftir vónbrotið, sum tað var at tapa á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Olaf Bárðarson átti innleggið úr vinstru, og Andreas Lava Olsen smekkaði úr stuttari fjarstøðu og mitt fyri málinum bóltin í málið.
Víkingur var greitt omaná. Sølvi var væl upplagdur, Géza Dávid Turi stýrdi spælinum, og verjan hjá Víkingi megnaði fult og heilt at seta Uros Stojanov út av spælinum.
Fleiri av teimum, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu hjá B36, vóru í dag á beinkinum. Benjamin Heinesen, Ragnar Samuelsen og Martin Agnarsson vórðu skiftir inn, og Brian Jakobsen avloysti Uros Stojanov, sum setti bóltin við síðuna av málinum, tá ið hann slapp framvið Atla Gregersen.
B36 – Víkingur 0-3 (0-2)
0-1: Sølvi Vatnhamar br
0-2: Andreas Lava Olsen
0-3: Andreas Lava Olsen
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
B36: Mattias H. Lamhauge – Andreas Thomsen, Eli Falkvard Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson – Símun Sólheim, Magnus Holm Jacobsen, Michal Przybylski, Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Uros Stojanov
Venjari: Dan Brimsvík
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen
Venjari: Jóhan Petur Poulsen