Víkingur og HB bresta saman

Løgmanssteypið: Tað verður ímóti KÍ, at 07 Vestur skal vinna, um liðið fyri fyrstu ferð skal vinna seg í steypafinaluna

Einasta av teimum fýra liðunum í hálvfinaluni, sum ongantíð hevur verið í finaluni um løgmanssteypið, er 07 Vestur. Í kvøld hevur lutakast verið um, hvussu tað skal spælast í hálvfinaluni, og luturin fall soleiðis, at 07 Vestur skal spæla ímóti KÍ, sum harvið er síðsta møguliga forðingin hjá 07 Vestur fyri at spæla seg í steypafinaluna.

 

Í hinari hálvfinaluni hittast HB og Víkingur.

 

Tað eru tvær hálvfinalur á skrá. Onnur verður 7. september, og hin verður 5. oktober.

 

Steypafinalan verður leygardagin 30. oktober. Í lutakastinum í kvøld varð avgjørt, at vinnarin av hálvfinaluni millum 07 Vestur og KÍ fer at eiga heimavøll í steypafinaluni.

 

 

 

Løgmanssteypið:

 

1.hálvfinalan – 7. september

 

Víkingur – HB

 

07 Vestur – KÍ

 

 

 

2. hálvfinalan – 5. oktober

 

HB – Víkingur

 

KÍ – 07 Vestur

 

 

 

Finalan á Tórsvølli verður 30. oktober