Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vunnu í kvøld stórsigur í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Á heimavølli á Víkingavøllinum vann heimaliðið ein knúsandi 6-0 stórsigur á Þór Akureyri. Víkingur skoraði trý mál í hvørjum hálvleiki. Longu tá 28 minuttir vóru leiktir av dystinum var støðan 3-0.
Víkingur Reykjavík-Þór Akureyri 6-0 (3-0)
1-0 Valdimar Þór Ingimundarson ('10 )
2-0 Elías Már Ómarsson ('25 )
3-0 Óskar Borgþórsson ('28 )
4-0 Karl Friðleifur Gunnarsson ('50 )
5-0 Óskar Borgþórsson ('61 )
6-0 Elías Már Ómarsson ('72 )
Stjarnan er í steðginum á odda 2-0 móti KR. Um KR tapir tann dystin verður Víkingur Reykjavík oddalið í kvøld við 16 stigum fyri seks dystir.
Komandi mikukvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur Reykjavík áttandapartsfinalu í steypakappingini á útivølli móti HK, ið spælir í næstbestu deildini.











