Í fyrstu atløgu varð dysturin útsettur frá leygardegnum og til mánadagin, og so varð hann spældur í dag.
Næstbesta liðið hjá Víkingi var seinnapartin í Trongisvági, og teir í Eysturkommunu høvdu øll stigini við sær aftur um Suðuroyarfjørð, tí Víkingur vann 3-2 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Úrslitið ber við sær, at Víkingur er á øðrum plássi við 51 stigum. Tað eru fimm stig fram til toppliðið B71, og tað eru fýra stig aftur til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi. TB er á fimta plássi við 29 stigum.
Sunnudagin fer TB at spæla á útivølli ímóti HB, og Víkingur fer leygardagin at spæla ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði.
Stóri spælarin hjá Víkingi í dag var Óla Kristian Skála Jacobsen. Hann átti uppleggið, tá ið Markus Højgaard smáar tíggju minuttir eftir steðgin legði Víking framum 1-0, og hann skoraði hini bæði málini, tá ið Víkingur legði seg á odda 2-1 og 3-1.
Samudeen Musah javnaði til 1-1, og Aron Arnholdsson minkaði um munin til 3-2.











