info
Ongi úrslit

Føroyar einsa­mall­ar utt­an komm­unala út­javn­ing – nú skal Aksel svara

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk.

Eirikur Lindenskov
9. september 2026 kl. 16:29

Hann spyr eisini, um ein slík skipan kann verða partur av nýggja fíggingarleistinum fyri eldraøkið.

Jóhannis Joensen hevur sett Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning um kommunala útjavning og fíggingina av eldraøkinum.

Løgtingsmaðurin spyr, um landsstýrismaðurin hevur mett um møguleikarnar fyri at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk í Føroyum, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við einari slíkari skipan.

Hann vil eisini hava at vita, um ein útjavningarskipan kann gera munin á skattatrýsti og tænastustøði millum kommunurnar minni.

Triði spurningurin er, um kommunal útjavning verður tikin við í arbeiðið við einum nýggjum fíggingarleisti fyri eldraøkið, og um hetta kann gera tað tryggari hjá kommununum at leggja langtíðarætlanir.

Stórur munur á kommununum

Í viðmerkingunum vísir Jóhannis Joensen á, at hóast Føroyar ofta verða lýstar sum eitt av javnastu samfeløgunum í heiminum, eru stórir fíggjarligir munir millum kommunurnar.

Summar kommunur hava eitt sterkt inntøkugrundarlag við stórum vinnuvirksemi, meðan aðrar hava eitt munandi veikari grundarlag. Samstundis skulu allar kommunur veita grundleggjandi vælferðartænastur til borgararnar.

Løgtingsmaðurin vísir á, at eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015. Síðani eru útreiðslurnar vaksnar, og broytingar í fólkasamansetingini fara at leggja enn størri trýst á kommunurnar, tí talið av eldri fólkum økist.

Fleiri hava sambært honum eisini víst á, at verandi fíggingarleistur fyri eldraøkið ikki longur er hóskandi.

Kommunurnar í ymiskari støðu

Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið hava sett ein arbeiðsbólk at kanna, hvussu eldraøkið skal fíggjast komandi árini.

Jóhannis Joensen heldur, at tað er umráðandi, at ein nýggjur fíggingarleistur ikki økir um fíggjarliga ójavnan millum kommunurnar.

Hann vísir á, at borgarar í kommunum við veikum inntøkugrundarlagi í summum førum noyðast at bera eina størri fíggjarliga byrðu fyri at tryggja somu vælferðartænastur sum borgarar í øðrum kommunum.

Verður fíggjarliga trýstið á kommunurnar ov stórt, kann tað sambært løgtingsmanninum ikki bara raka eldraøkið, men eisini barnaansing og aðrar kommunalar vælferðartænastur.

Kanna útjavning sum part av loysnini

Ein kommunal útjavningarskipan kann sambært Jóhannisi Joensen vera ein partur av loysnini.

Endamálið hevði verið at tryggja kommununum eitt javnari inntøkugrundarlag og harvið eisini javnari fortreytir fyri at veita vælferðartænastur kring landið.

Hann ásannar samstundis, at ein slík skipan kann fáa avleiðingar fyri skattatrýst, tænastustøði, kommunalt samstarv og kommunala bygnaðin sum heild.

Føroyar eru einasta landið í Norðurlondum, sum ikki hevur eina kommunala útjavningarskipan, verður sagt í viðmerkingunum til fyrispurningin.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

50 minuttir síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

1 tími síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

1 tími síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

4 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

4 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

5 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

5 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

6 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

8 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

8 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

8 tímar síðan