Vikuskiftið verður vátt

DMI væntar, at tað fer at regna í dag og part av sunnudegnum

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan DMI sigur í veðurforsøgnini, at tað fer at regna allan dag og part av degnum í morgin.

 

DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s, í støðum upp í 13 m/s, av vestri. Í nátt 10-15 m/s av vestri. Samdrigið og regn. Hitin verður millum 7 og 13 stig.

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av vestri, í støðum upp í 13 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, men í støðum sólglottar. Um kvøldið og náttina vera 3-8 m/s av útnyðringi og norði. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin milum 7 og 11 stig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)