Tað sigur Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Tað var í gjár, at Frihedsbrevet endurgav eina samrøðu við Beinir Johannesen, formann Fólkafloksins, har hann hann segði, at Fólkaflokkurin fer ikki til val uppá at broyta lógina um forsturtøku
Júst tann vinklingin av søguni er ikki fallin í góða jørð hjá Bárði av Lakjuni.
Hann spyr í lesarabrævið, um alt vent á høvdið upp á nakrar fáar vikur – og svarar sjálvur: NEI!
– Í yvirskrift í grein verður formaður floksins endurgivin fyri at siga, at Fólkaflokkurin ikki fer til val uppá at broyta fosturtøkulógina. Og lesur tú greinina, so situr tú eitt sindur eftir við kensluni, at flokkurin, sum stóð saman um fosturtøkumálið og stóð samlaður og stríddist fyri ófødda barninum, nú knappliga hevur skift hest og leggur líka í. Sum um at málið ongan týdning hevur. Hmmm. Tað ljóðar nokkso løgið, skrivar hann.
So vísir Bárður á Lakjuni á, at rætt er, at í valskránni nevnir Fólkaflokkurin ikki málið.
– Men avtalan er, at flokkurin ynskir at gera broytingar, UM møguleiki verður til tess. Tað er tó umráðandi at hava í huga – og tað er har, formaðurin er – at EINGIN kann upp á forhond lova, at lógin verður avtikin ella broytt. Og sigur nakar nakað annað, ja, so er viðkomandi ikki erligur. Tað kemur alt ann uppá valið og møguligar samansetingar – tað sigur seg sjálvt! Tað er skeivt at lova nakað í hesum máli, sum er so grundleggjandi og stingur so djúpt hjá so ómetaliga mongum. Men hjá allarflestu valevnum floksins er málið ómetaliga umráðandi, púra vist, sigur hann og so lovar hann:
– Verði eg valdur, so fari eg at arbeiða fyri tí ófødda barninum, eins og eg havi roynt higartil. Og sum eg dugi at síggja tað, so er tað bara við einum sterkum Fólkaflokki, at broytingar yvirhøvur kunnu koma upp á tal, sigur Bárður á Lakjuni, sum er tingmaður og valevni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið.











