Vil hava drotningina at hjálpa sær við djórunum

Føroysku reallitystjørnurnar, Johan í Kollafirði og Rakul Dalsgaard, vilja hava hennara hátign at hjálpa sær at fáa djórini úr Fámara til Danmarkar.

Føroysku reallitystjørnurnar, Johan í Kollafirði og Rakul Dalsgaard, vilja hava hennara hátign at hjálpa sær at fáa djórini úr Fámara til Danmarkar.

 

– og tey leita framvegis eftir einum bóndagarði í Danmark, har tey kunnu liva dreymum um Fámara víðari.

 

– Vit hava ongantíð passað inn í samfelagið. Tað eru tað helst eisini fleiri onnur, ið heldur ikki gera. Men fyri tað, um tú ert øðrvísi, so skal tað verða pláss fyri tær kortini, siga Rakul Dalsgaard og Johan í Kollafirði, sum vitjaðu á Rás2 í morgun.

 

– Vit vilja fegin skapa eitt rúm, at tú kanst anda. Vit ætla at hava fult av djórum, eisini djór, sum vit ikki sleppa at hava í Føroyum, sum til dømis eina apu, sigur Rakul Dalsgaard.

 

Tey eru vorðin so góð við djórini, tey høvdu í Fámara, at tey vildu fegin havt djórini við sær til Danmarkar, men tað ber ikki til, tí veterineru krøvuni ikki loyva tí. Tey ætla tó at royna um tey kunnu fáa undantaksloyvi.

 

 – Og um neyðgt, so fari eg til drotningina, sigur Johan í Kollafirði, sum fyrr hevur roynt at vent sær til henna hátign.

 

Rakul Dalsgaard hevur søkt inn á universitet - og tí vóna tey at finna ein bóndagarð, sum liggur nærindis universitetum, eitt nú nærindis Odense á Fjóni ella Århus í Jyllandi.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðuna við tey bæði, sum var send á Rás2 í morgun. Eisini hoyra vit trý løg, sum tey hava gjørt um jólini og framført.