Vil hava valúrslit almenn

Rigmor Dam vil hava at vita frá Jóhan Dahl, landsstýrismanni, hvørjar ætlanir eru við at gera øll valtøl alemnn, so tað ikki verður so tilvildarligt, sum higartil

Valtøl frá eitt nú kommunuvalinum í 2012 eru ikki longur at finna á heimasíðu Kringvarpsins, hóast landsstýrið í síni almennu kunning um valúrslit vísir til síðuna hjá Kringvarpinum. Rigmor Dam, løgtingskvinna Javnaðarflokins, vil hava at vita frá Johan Dahl, sum varðar av økinum, hvørja ætlan hann hevur við almennari kunning um valúrslit

 

– Tað hevur leingi verið trupult at finna valúrslitini frá seinasta løgtingsvali á netinum. Í løtuni finnur tú bert eitt sett av skannaðum skjølum undir heimasíðuni hjá Elektron, har nøkur av valúrslitunum eru skrásett, men ikki úr øllum bygdum.

 

Tað sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna hjá Javnaðarflokkinum, sum nú spyr landsstýrismannin, um varðar av økinum, hvørjar ætlanir eru um at savan, talgilda og leggja út á netið savnaðu føroysku valúrslitini frá fólkatings, løgtings- og kommunuvalum.

 

Hon vísir á, at tørvur er á einum savnaðum, talgildum, yvirliti yvir valúrslit frá øllum valum, bæði fyri flokkar, persónligar atkvøður, valdømi/bygdir frá øllum løgtingsvalum, fólkatingsvalum og kommunuvalum.

 

– Valúrslit eiga at verða virðiliga handfarin og væl og virðiliga almannakunngjørd. Tey eru ítøkiliga úrslitið fólkaræðinum, har fólkið velur síni umboð á tingi, bý- og bygdarráð og á fólkatingi, tí eigur fólkið eisini at hava lætta atgongd til tølini.

 

– Í løtuni ræður tilvildin. Nøkur úrslit liggja á heimasíðuni hjá Løgtinginum, nøkur á gomlu heimasíðuni hjá Kringvarpinum (sum ikki riggar), nøkur hjá Hagstovuni og nøkur hjá Elektron, sigur Rigmor Dam, sum heldur, at við dagsins tøkni er upplagt, at valúrslit verða savnað í einum databasa á almennari heimasíðu, har borgarin kann leita, samanbera úrslit osv.

 

–  Alt, slíkt, sum nýggja tøknin lættliga letur upp fyri við einum einføldum databasa.

 

Seinastu mongu árini hava valtøl annars altíð ligið á heimasíðuni hjá Kringvaprinum. Og verður farið inn á heimasíðuna hjá fyrrverandi Innlendismálráðnum at leita eftir kommunuvalinum í 2012, so verður eisini víst til heimasíðu Kringvarpsins. Men tann leinkjan er ikki aktvi.

 

Síðani Kringvarpið fekk nýggja heimasíðu, hava hagtølini yvir valini ikki verið tøk – men nú fáa vit so at vita, hvørjar ætlanir avvarðandi landsstýrismaður hevur – ella um varðveitslan av úrlitinum bara verður latin upp til vilvidlina, um onkur í Kringvaprinum vil kunngera úrslitini.