Tað sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs skúla í samrøðu við Sosialin.
– Øll foreldur hava tikið saman hendur, og gjørt av, at børnini hava ikki fartelefon – heldur ikki við hús, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs skúla, sigur hann.
Skúlastjórin í Vágs skúla, John Henrik Holm, hevur í vikuni lagt skriv út á heimasíðu skúlans, har hann hevur greitt frá, at í Vági hava tey tikið stig til, at børn í innskúlingini hava ikki fartelefon. ´
Í skrivinum verður trupulleikin við ov nógvari skíggjanýtslu, og avleiðingarnar av hesum, viðgjørdur.
Tað, at ikki kunna hugsavna seg meira enn heilt stutta tíð, kallast at hava ein TIK-TOK heila.
Í grannalondum okkara verður rópað um hjálp í skúlum, tí børnini eru ikki skúlaklár. Ein alt størri partur av orkuni hjá skúlunum fer til trivnaðar átøk og social átøk, heldur enn til undirvísing. Hetta er nakað, sum vit eisini síggja í føroyska skúlanum, skrivar John Henrik Holm millum annað í greinini.
Danska stjórnin tosar í hesum kjakinum um at geva skúlaleiðslum størri møguleika at revsa børn, og at burturvísa næmingum upp til 50 dagar..... Alt, tí trivnaðurin er fallandi, og ófriðurin vaksandi. Hetta er ikki bert í Danmark. Hesin trupulleiki sæst í skúlunum í øllum londum kring okkum: Vit síggja oftani sendingar í sjónvarpinum, við ørkymlaðum foreldrum og lærarum. Hetta fyllir so nógv í Danmark, at 40% av nýútbúnu lærarunum í Danmark, ikki starvast sum lærarar 5 ár eftir lokna útbúgving, verður víst á í greinini.
– Vit, sum starvast í skúlaverkinum, hava fleiri ferðir fingið fyrispurning frá miðfyristingini, um hvussu fáa vit steðgað ógvusliga vøkstrinum innan serøkið? Somuleiðis er talið av næmingum við skúlaaftran vaksandi. Tað er tí alt sum týðir uppá, at tað, sum hendir innan skúlans gátt í londunum kring okkum, er á veg til okkara, skrivar skúlastjórin í Vágs skúla.
Skíggjafrí vika hevur verið í skúlunum kring landið, og vísur John Henrik Holm á, at føroysk tøl eru komin fram í hesum sambandi, ið eru ikki sørt skelkandi.
Millum annað verður sagt, at vit brúka 40% minni tíð saman við øðrum, enn vit gjørdu fyri 10 árum síðani, og at 18 – 24 ára gomul sita í miðal 8 tímar dagliga við skíggja – tað svarar til 22 ár av lívinum.
Lesið samrøðuna við John Henrik Holm í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.










