Vil vita hvussu gongur við Gøtudalstunlinum

Hanna Jensen vil hava fráfarandi landsstýrismannin at greiða frá, hvussu tað gongur við fyrireikingunum til Gøtudalstunnlin

Tað ger hon við einum grein 52a fyrispurningi til landsstýrismannin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen.

Ítøkiligu spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hvussu gongur við at fyrireika Gøtudalstunnilin? Eru tær seinastu neyðugu kjarnuboringarnar framdar?

2. Hvussu gongur við at gera endaligu linjuføringina?

3. Hvørjar aðrar fyrireikingar eru gjørdar ella verða gjørdar í ár?

4. Nær verður Gøtudalstunnilin klárur at bjóða út?

Viðmerkingar:

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Hanna Jensen á, at á fíggjarlógini fyri 2025 vórðu settar 1 mió kr. á konto 05.38.1.07 Nýggir landsvegir til at gera seinastu kjarnuboringarnar eins og at gera linjuføring og aðra fyrireiking í 2025.

– Sambært kost-nyttu greiningum munnu tað vera fáar tunnilsverkætlanir, sum geva størri meining enn Gøtudalstunnilin, sum fer at føra ta nógvu og í stóran mun tungu ferðsluna úr Norðoyggjum, Leirvík, Gøtu, Kambsdali og Fuglafirði út um bygt øki og burtur frá vegastrekkjum, sum hava stórt veghall, sigur hon.

– Gøtudalstunnilin liggur mitt í meginleiðini úr norður-eystri og so norðureftir, vestureftir og suðureftir. Hann liggur mitt í einum óførum vinnusamfelagi, hvørs íkast í føroyska búskapin er ómissandi.

– Harumframt er Gøtudalstunnilin ein týdningarmikil lykil at knýta Føroyar skilabetur saman eftir eystur-vestur ásini. Við honum verður farleiðin til Norðureysturoy, Norðurstreymoy og harvið Sundalagið betrað munandi, eins og leiðin hjá meira enn 10 túsund føroyingum verður høgligari vestur á flogvøll okkara alra. Og sambandi 

millum eystur- og vesturføroyar við teimum nógvu møguleikunum verður nógv betri, ikki minst um ein Vestmannatunnil harumframt verður gjørdur til Hvalvíkar.

– Harumframt verður tað munandi betri hjá hesum áðurnevndu gott 10 túsund fólkunum og vinnuni í økinum at koyra til høvuðsstaðin og víðari suðureftir til Sandoynna og seinni Suðuroynna, við at nýta leiðina eftir vestara armi á Skálafjørðinum, sum liggur uttan fyri bygt øki, og so ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Her hevði verið gott at fingið gjørt umkoyringarvegin um Skálabotn. Og tað besta er, at tað ber eisini til at koyra øvutan veg, nevniliga úr høvuðsstaðnum og suðurøkinum og í ein landnyrðing.

– Tí verða hesir spurningar settir, sigur Hann Jensen, løgtingskvinna fyri framsókn.