Forsetin í Sýria, Ahmed al-Sharaa, var á fundi við amerikanska forsetan, Donald Trump, í Washington í dag.
Í einum uppslagi á X skrivaði sýriska forsetaskrivstovan, at teir báðir leiðararnir umrøddu økismál, sambandið millum londini, og hvussu tað kundi styrkjast.
Bæði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, og sýriski starvsfelagi hansara, Asaad al-Shaibani, vóru eisini við.
Fleiri myndir eru viðheftar uppslagnum. Millum teirra er ein av Trump og al-Sharaa, sum rætta hond í ovalu skrivstovuni.
Sambært Reuters er hetta fyrstu ferð, at ein sýriskur forseti alment vitjar í Washington.
Tíðindastovan lýsir eisini, hvussu sýriski leiðarin kom til Hvítu Húsini uttan ta "fanfare", sum ofta er siðurin, tá útlendskir leiðarar vitja amerikanska forsetan.
Í staðin fyri at koma gjøgnum høvuðsinngongdina, har myndatól eru og har leiðarar ofta síggjast taka í hondina á Trump, áðrenn teir koma inn, kom al-Sharaa inn gjøgnum eina síðuinngongd, skrivar Reuters.
/Ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##















