Vil vita hvussu nógv flóttafólk skulu til Føroya

Samgongan ætlar at yvirtaka flóttafólk, men nú vil løgtingsmaður hava at vita, hvussu nógv flóttafólk skulu koma til Føroyar, og hvør skal rinda útreiðslurnar

– Tað er sera átrokandi at fáa at vita, hvussu samgongan hevur fyrireikað seg til at yvirtaka flóttafólkamál.

 

Tað heldur Edmund Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og tað vil hann nú hava Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkismálum, at greiða frá.

 

Tað, Edmund Joensen sipar til, er, at samgongan hevur sett sær fyri at yvirtaka útlendingamál frá donsku stjórnini. Tað er eitt málsøki, Edmund Joensen kallar sera umfatandi, serliga tí at flóttafólkamál er ein partur av tí.

 

Men hann heldur, at tað er eitt stórt ivamál um Føroyar yvirhøvur eru fyrireikaðar til at taka móti flóttafólkum.

 

Tí heldur hann, at tað er sera átrokandi at fáa eina kunning um, hvørjar ítøkiligar fyrireikingar, landsstýrismaðurin hevur skipað fyri, soleiðis at føroyingar eru fullkomiliga greiðir yvir, hvussu landsstýrið ætlar at taka móti flóttafólkum.

 

Og hann heldur eisini, at tað er sera átrokandi at fáa at vita, hvat skattaborgarin skal gjalda fyri at yvirtaka útlendingamálini, eisini flóttafólkamál, og hvussu tað fer at ávirka føroyska samfelagið, at flóttafólk skulu hýsast her.

 

Í hesum sambandi vil Edmund Joensen hava at vita, hvørji flóttafólk ætlanin er at fáa til Føroya, og hvaðani tey eru. Hann vil eisini hava at vita um landsstýrið fer at loyva familjusamanføring, og hvussu tað fer at ávirka talið á flóttafólkum í Føroyum

 

Hann vil somuleiðis hava at vita um landsstýrið gjørd avtalur við sálarfrøðingar, og onnur heilsustarvsfólk, um at hjálpa flóttafólkum, ið hava verið fyri harðskapi, píning og ógvusligum krígsupplivilsum.

 

Og somuleiðis vil hann hava at vita, hvar, og hvussu, flóttafólk hýsast í Føroyum, og hvussu verður við skúlagongd og barnaansing. Og Edmund Joensen vil eisini hava at vita frá Poul Michelsen, Hvat barnaansingin fer at kosta, og hvør skal gjalda fyri hana.

 

– Flóttafólk kunnu verða arbeiðsleys, men hvør skal forsyrgja teimum tá, og hvat fer hetta at kosta, spyr hann landsstýrismannin.

 

– Hvørjar kommunur skulu taka ímóti flóttafólkum, og skulu kommunur tryggja, at flóttafólkastøðir verða skipaðar í Føroyum, spyr tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.