Vil vita um broyting er við inngjøldum til Búskapargrunnin

Tingmaður spyr fíggjarmálaráðfrú, um tað passar, sum Høgni Hoydal sigur, at samgongan hevur broytt mannagongd viðvíkjandi Búskapargrunninum

Tað er Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum spyr landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum í einum grein 52a fyrispurningi.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Er tað rætt, sum Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur í einum lesarabrævi, at sitandi samgonga hevur broytt mannagongdina viðvíkjandi inngjøldum í Búskapargrunn Føroya?

2. Verða fleiri pengar fluttir í Búskapargrunn Føroya nú enn tað, sum lógin krevur?

3. Hava undanfarin landsstýri goldið minni inn í Búskapargrunn Føroya enn tað, sum lógin kravdi?

4. Á hvønn hátt hevur sitandi landsstýri broytt mannagongdirnar viðvíkjandi inngjøldum í Búskapargrunn Føroya?

5. Er tað rætt, at tað, sum verður inngoldið í Búskapargrunn Føroya, fer uttanum landskassan, og tí ikki sæst á fíggjarlógini?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á, at í einum lesarabrævi tann 18. september í ár segði Høgni Hoydal, varaløgmaður, at núverandi samgonga, sum tann fyrsta, hevur valt at lata inntøkur av tilfeingisgjøldum og aligjøldum fara beinleiðis í Búskapargrunnin, og at hesi tí ikki síggjast á fíggjarlógini. Hann samanbar hetta við undanfarin landsstýri, sum heldur valdu at brúka allar inntøkurnar.

– Men lógin um Búskapargrunn er ikki broytt síðani 2018. Tí verður hesin fyrispurningurin settur, fyri at fáa at vita, hvussu landsstýrið hevur broytt inngjøldini í Búskapargrunnin, uttan at hava broytt lógina, sigur løgtingsmaður, sum tí vil hava fíggjarmálaráðfrúuna at greiða sær støðuna.