Fleiri fólk munnu hava føðingardag í dag, men óivað er bara ein føroyingur, sum fyllir 100 ár í henda merkisdagin.
Vit skriva 12.12.12.
Anna Festirstein, sum varð fødd við Gjógv 12.12.1912, hevur búð minsta partin av sínum lívi í Føroyum.
Í 1938 flutti hon til Danmarkar og kom ikki aftur til Føroya at búgva fyrr enn fyri tveimum mánaðum síðan, eftir at hava 74 ár í útlegd.
Anna var bara viku gomul, tá ið hon varð borin til Funnings at verða doypt.
Fimm ára gomul flutti familjan til Eiðis, tí mamma hennara var haðani.
Tá vóru bara tvey av teimum níggju systkjunum fødd.
Anna vaks upp á Eiði, og hon fór á barnaheimið í Vestmanna at arbeiða.
- Men so hendi tað, at hon tvær ferðir misti málið, og hon fór tí niður á Ríkissjúkrahúsið. Har fekk hon hjálp, og trupulleikin kom ongantíð aftur.
Tað sigur Svanhild Vesturdal, sum er systir Onnu.
Tað var í 1938, at hon fór til Danmarkar. Hon fór á háskúla, so kom annar heimsbardagi, og Anna slapp ikki til Føroya tey næstu árini, um hon vildi ella ikki.
Hon valdi at útbúgva seg til sjúkrasystir, lærdi á sjúkrahúsinum í Haderslev.
- Hon hevur sagt mær, at tað bara var vegurin ímillum sjúkrahúsið og týsku kasernuna, men hon hevur ikki sagt tosað um nakran ófrið.
Lækni á sjúkrahúsinum var fólkatingslimurin Inge Krogh, og tær báðar vóru vinkonur.
Anna varð búgvandi í Haderslev, har hon átti hús. Langt eftir at hon var farin frá sum sjúkraystir fyri aldur, seldi hon húsini, tí hon orkaði ikki at halda tey longur. Hon flutti tá til Horsens, hagar vinkonan Inge Krogh var flutt frammanundan.
Anna hevur ongantíð verið gift og eigur eingi børn.
Í Danmark kom hon ikki saman við føroyingum, men hon gloymdi ongantíð málið og hevur skrivað tað væl eisini.
Tá ið annar heimsbardagi var av, kom Anna heim til Føroya at ferðast, og tá steðgaði hon leingi heima.
Svanhild sigur, at hon kom ikki at kenna stórusystrina, tí hon var bara tvey ára gomul, tá ið tann 24 ár eldra systirin flutti av landinum.
Men síðan hevur hon javnan vitjað í Føroyum, og Svanhild hevur eisini ofta verið í Danmark og ferðast hjá systrini.
Í summar var Anna heilt ússalig, og greitt varð, at hon kundi ikki búgva einsamøll heima.
- Hon hevur altíð sagt, at hon vildi ikki á nakað røktarheim í Danmark og tí fóru vit niður at tosa við hana um at flyta heim, sigur Svanhild.
Tað vildi hon og fekk pláss í Korndalsbýlinum á Eiði, har henni dámar væl at vera.
Ikki eru tað nógv eiðisfólk, hon kennir eftir at hava búð so nógv ár í Danmark.
Svanhild og Anna eru góðar systrar, og Svanhild fer so at siga hvørt kvøld við stokkum at vitja systrina.
Tvey systkin hjá henni eru eftir.
Skyldfólk hennara halda dagin saman við henni í dag í Korndalsbýlinum, har opið hús verður.