Vildi ynskt at jólini ikki vóru so handilslig

- Tað er týdningarmikið, at hvør gáva fær sína tíð, tá pakkað verður upp, og eg havi einki ímóti, at fleiri tímar fara til tað, sigur Vivian Sjóðklett.

Hvat dámar tær hesa tíðina av árinum, nú jólini eru nær? 

- Jólini eru besta tíð av árinum og snilt, at mentanin er at pynta við ljósum hesa myrku tíð. Tað er eisini super at byrja í november, og tað gera vit.

Tað sigur Vivian Sjóðklett.

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting, baking og mati? 

- Tíðin fyri jóladagarnar er fyri meg massar av hygg saman við familju og vinum. Vit baka piparnøtur, drekka gløgg, eta holukøkur og hoyra góðan jólatónleik, helst innan jazz ella blues.

Keypir tú jólagávur, og eru onkrar longu komnar í hús? 

- Oftast keypi eg jólagávur í jólamánaðinum. Fyrr gjørdi eg ofta jólagávur um heysti - alt frá at arbeiða við horni og ull til at seyma og mála. 

Vivian Sjóðklett heldur, at tað er ein sera hugnalig tíð saman við børnunum at sita og gera jólagávur.  

- Nú eri eg ein, sum ferðist nógv, so jólagávurnar kunnu eisini vera eksotiskar úr ymiskum londum. 

Eru jólini ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru? 

- Fyri meg eru jólini kærleiki fyri hvørjum øðrum, og vit eiga at minnast til, hví vit halda jól. Eg hevði ynskt, at jólini ikki vóru so handilslig – at vit heldur góvu okkum stundir til at vitja og práta við fólk, sum vit dagliga ikki geva okkum stundir til.

Hon heldur, at størsta gávan er at vera saman og hugna um løturnar sum eru um jólini. 

- Gávurnar rundanum jólatræið kunnu lættliga blíva so nógvar, at ein familja kann hava ilt við at minnast, hvat var frá hvørjum. 

Vivian Sjóðklett sigur, at fyri hana og hennara er tað týdningarmikið, at hvør gáva fær sína tíð, tá pakkað verður upp, og hon hevur einki ímóti, at fleiri tímar verða brúktir til tað.

- Um vit øll pakka upp í senn, hevði tað verið kaos. Eg eri sera takksom fyri hesa tíðina.

Vivian Sjóðklett hugsar eisini um, at jólini kunnu vera ein sárbar tíð, um onkur hevur mist ein kæran – ella um jólini kanska elta fram strævin minnir, leggur hon aftrat.