Vildu ikki syngja "God Save The Queen"

Í OL-fótbólti luttekur Stórabretland við spælarum úr øllum landinum, men tað hevur longu givið fyrireikarunum stórar trupulleikar. Tá Stórabretland og Ný Sæland møttust í kvinnukappingini, sýttu tær báðar skotsku kvinnurnar Kim Little og Ifeoma Dieke fyri at syngja við, tá "God Save The Queen" varð sungin.

 

Hetta sama endurtók seg, tá Stórabretland og Senegal hittust á Old Trafford í gárkvøldið. Meðan áskoðararnir og hinir spælararnir sungu "God Save The Queen", stóðu teir báðir walisisku spælararnir á liðnum, Ryan Giggs og Craig Bellamy, tigandi og stardu fram fyri seg. Her kann verða lagt afturat, at Giggs er liðskipari á stórabretska liðnum.

 

Skotar rokna sangin "Flower Of Scotland" sum teirra tjóðsang, og hjá walisum eitur sangurin "Hen Wlad fy Nhadau".

 

Sambært blaðnum Daily Mail er tann bretska OL-nevndin í øðini um atburðin hjá teimum skotsku og teimum walisisku spælarunum.