Vildu sleppa at blása í alkometrið

Bilførarar fóru til løgregluna og vildu sleppa at blása

G! Festivalurin hevur fylt nógv hjá løgregluni um vikuskiftið

 

Tað vóru nógvir bilførarar, sum spurdu løgregluna, um teir kundu sleppa at blása í alkometrið hjá løgregluni gjáramorgunin, tá ársins G! Festivalur endaði.

Bilførararnir vildu tryggja sær, at teir vóru nóg edrúir til at koyra.

Løgreglan sigur, at tað vóru fleiri sum blástu, og at tað eisini vóru nakrir teirra millum, sum ikki vóru koyriførir og tí vóru bidnir um at bíða í nakrar tímar, áðrenn teir fóru at koyra bil.

Løgreglan steðgaði fleiri bilum í Gøtu og har á leið, men tað vísti seg bara at vera tann eini, sum hevði drukkið so mikið nógv, at tað sló út á alkometrinum, og sum tí verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Tá Norrøna kom í gjárkvøldið var løgreglan eisini á staðnum og kannaði bilar, sum komu í land. Men eingin teirra hevði drukkið so mikið nógv, at tað vísti nakað á alkometrinum.