Vilhelm fær nýggjan høvuðsvenjara í Hannover

Leiðslan í Hannover-Burgdorf hevur sent núverandi høvuðsvenjaran til hús

Tá Vilhelm Poulsen vendir aftur til Hannover aftaná EM-endaspælið fyri at tørna til aftur hjá Hannover-Burgdorf í bundesliguni verður tað við einum nýggjum høvuðsvenjara.

 

Leiðslan í Hannover-Burgdorf hevur sent Christian Prokop til hús, og hevur framskundað eitt venjaraskiftið, ið annars skuldi gjøgnumførast aftaná lokið kappingarár. Í tíðindaskrivi skrivar leiðslan í Hannover-Burgdorf, at tey trúgva ikki, at núverandi venjaratoymið kann røkka einum góðum úrsliti fyri hetta kappingarári, og tí verður venjaraskiftið framt nú.

 

Hannover-Burgdorf er nummar níggju í bundesliguni við 18 stigum, og teir eru 10 stig frá fimta plássinum, ið gevur atgongd til EHF European League aftaná lokið kappingarár. Í EHF European League hevur liðið tó vunnið seg víðari til millumumfarið.

 

Spaniumaðurin, Juan Carlos Pastor byrjar beinavegin í starvinum sum høvuðsvenjari hjá Hannover-Burgdorf.

 

Fyrsti dysturin hjá Hannover-Burgdorf aftaná EM-endaspælið verður leiktur á útivølli 10. februar. Tá verður Erlangen mótstøðuliðið.