Ein 60+ fundur.
Soleiðis kallar trivnaðarnevndin í Hvannasunds kommunu eitt fundartiltak, sum bjóðað verður til í Skúlanum á Fossanesi í næstum.
Fundurin verður týskvøldið hin 9. september klokkan 19, og hann er fyri øllum áhugaðum, sum eru 60+
- Endamálið er at vita, um vit kunnu fáa 60+ kvøldini uppaftur at koyra.
Trivnaðarnevndin sigur, at brúk er fyri fólkum at gera kaffi og gera okkurt aftur við einum drekkamunni.
- Vit eru eisini áhugað at hoyra, hvat tit, sum eru 60+, hava at siga um, hvussu kvøldini skulu skipast.
Í Hvannasunds kommunu siga tey seg vóna, at fleiri møta til fundin á Fossanesi hin 9. september klokkan 19.