Hovstunnil
?Ætlanin at gera tunnil ímillum Øravík og Hov eftir uppskotinum hjá Landsverkfrøðinginum eigur at verða slept ongantíð ov skjótt.
Eisini starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava nú lagt seg út i kjakið um, hvussu ætlaði tunnilin ímillum Øravík og Hov skal leggjast.
Og teiy heita staðiliga á Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum um at hugsa seg um einaferð afturat og at leggja tunnlin, har NCC hevur bjóðað sær til at bora og at sleppa ætlanini at bora, har Landsverkfrøðingurin ætlar.
Í tveimum brøvum til Bjarna Djurholm, sum tilsamans 90 starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava skrivað undir, fegnast tey um ætlanina at bøta um sambandið ímillum syðru og norðaru helvt í Suðuroy.
Í einum brævi, sum 22 starvsfólk á Sjúkrahúsinum, sum búgva í syðru helvt í oynni, hava skrivað undir, siga tey, at tað hevur hevur verið teirra størsta ynski í mong ár at fáa betri samband, tí tey hava verið sera ótrygg at koyra eftir tí vánaliga vegnum, serliga um veturin og í óðnarveðri.
Tey vísa eisini á, hvussu nógv ferðslan er økt seinastu árini og serliga stúra tey fyri teimum stóru bilunum, sum volda stórar trupulleikar á tí smala vegnum.
Men tey siga eisini, at tað harmar tey at tunnilin skal liggja uppi á hálvari Hovsegg, soleiðis sum Landsverkfrøðingurin hevur ætlað og tað skilja tey ikki.
Tí vóna tey, at hendan ætlanin verður slept ongantíð ov skjótt, og at tunnilin kemur at liggja lægri og longur vesturi, har NCC hevur bjóðað sær til at bora, so sleppast kann undan at fara uppí hæddina.
Verður ætlanin hjá NCC fylgd, slepst undan nógvari nýgerð av vegi og harvið eisini undan nógvari kavarudding og nógvum haldi og tað fer at spara nógvar milliónir, bæði í orku peningi og tíð.
? Av tí at vegaføringin við hesi nýggju ætlanini verður nógv styttri, kann grótið úr tunlinum ístaðin verða nýtt til útfylling av tí nýggju samferðsluhavnini, ið skal gerast á Tvøroyri, sigur starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tey vísa á, at undirsjóvartunnilin ímillum Lorvík og Klaksvík skal ganga undir Lorvíksbygd at at tað fer at dýrka tunnilin 27 milliónir .
? Tað verður sagt, at hetta verður gjørt tí at tað er fólksins vilji har á staðnum. Tí meta vit, at suðuroyingar hava sama rætt at seta somu krøv. Í Suðuroy er tað fólksins vilji, at tunnilin verður lagdur sum NCC hevur bjóðað sær til at bora og tað eigur at verða tikið til eftirtektar.
Tey vísa eisini á, at tey serkønu í tunnilgerð siga, at tað er eingin trupulleiki at gerðast tunnilin, sum NCC hevur bjóðað sær at bora við teimum nýúímas amboðum, sum í dag verða nýtt.
? Og verður tunnilin fyrst lagdur á skeivum stað, vendst ikki aftur, leggja tey afturat.
Sita mangan við ótta
Samstundis hava 68 onnur starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum búgva í norðaru helvt í Suðuroy, eisini sent landsstýrismanninum bræv, har tey stuðla ynskinum frá starvsfeløgunum í syðru helvt.
Tey siga, at tey hava mangan sita við ótta í ringum veðri ímeðan starvsfelagir sunnan av oyggj hava verið á veg til ella frá arbeiði.
Tey hava eisini mangan verið noydd at átikið sær eyka vaktir, eins og tey, sum búgva sunnanfyri, mangan hava verið noydd at gista á sjúkrahúsinum tí at tað er ikki koyrandi ímillum.
Samstundis hava fleiri av teimum børn, sum dagligas koyra um Hovsegg og tí stuðla tey ynskinum um at tunnilin verður lagdur, har NCC kann bora hann.
Tey siga, at tey skilja ikki, at Landsverkfrøðingurin ætlar at gera ein tunnil, sum harafturat verður dýrari enn neyðugt og tí heita tey á landsstýrismannin um at sleppa ætlanini hjá Landsverkfrøðinginum og heldur at gera tunnilin, sum NCC kann bora.