Vilja hava ES at steðga grindadrápið í Føroyum

GRINDADRÁP Umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, hevur nú lagt spurningin um grindadráp í Føroyum fyri ES kommisiónina

Spurningurin um grindadráp í Føroyum er nú lagt fyri ES myndugleikar til viðgerðar.
Tað er tiltikni umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, sum nú hevur lagt málið fyri ES yndugleikar til viðgerðar.
Føroyingar eru ikki limir í ES, men vit eru í danska ríkinum og Danmark er limur í ES.
Og nú um dagarnar boðar Sea Shepherd frá, at felagsskapurin hevur klagað donsku stjørnina fyri ES fyri at fáa ES kommisiónina at fáa føroyingar at halda uppat at drepa grind.
Grindadráp er brot á tríggjar altjóða sáttmálar, sum danska stjørnin hevur sett í gildi fyri Danmark, sigur Sea Shepherd.
Sáttmálarnar, felagsskapurin sipar til, eru Bern sáttmálin, Bonn sáttmálin og ASCOBANS.
Og nú vil Sea Shepherd hava ES kommisiónina at áleggja dønum at syrgja fyri, at halda sínar skyldur, sum stjørnin hevur bundið seg til í teimum trimum sáttmálunum.
Í hesum sambandi vil Sea Shepherd hava ES at áleggja dønum at syrgja fyri, at føroyingar gevast at drepa grind.
Umhvørvisfelagsskapurin vísir til, at danska stjørnin hevur boðað frá, at hon hevur tað støðu, at hon leggur seg ikki út í grindadráp í Føroyum.
Men ta støðuna heldur Sea Shepherd upp á, at tey kunnu mótprógva, tí felagsskapurin førir fram, at danska vaktartænastan í Føroyum hevur lagt uppí, tá ið Sea Shepherd hevur roynt at forða fyri grindadrápi.
Les fleiri greinar um sama evni í blaðnum