Vilja hava frið heima hjá sær sjálvum

Tann stóra undirtøkan vísir, at tað eru nógv fólk, sum ikki hava tað

Mánakvøldið varð felagið Heimafriður stovnað. Fleiri enn 60 fólk ymsastaðni úr landinum høvdu leitað sær í Skótahúsið við Løkin í Runavík til stovnandi aðalfundin. Og tey halda, at hendan stóra undirtøkan er prógv um, at ljóð- royk- og ljósdálkan frá skipum ávirkar og órógvar nógv fólk kring landið.

 

 

Á stovnandi aðalfundinum settu tey eisini orð á, hvat endamálið hjá felagnum skal vera. Og endamálið er at virka fyri heimafriði og heilsubetri umhvørvi hjá íbúgvum í Føroyum. Ótolandi larmur, ristingar, roykur og ljós frá skipum ella øðrum havnavirksemi skal ikki sleppa at hava negativ árin á bústaðarøki framyvir, sum tey taka til.

 

Í nevndina eru hesi vald: Trina Eysturoy Sylvia Thomsen, Niels Midjord, Theodor E. Johannesen og Theresa Jákupsdóttir

 

Varalimir eru Poul Martin Jørgensen, Gudmar Joensen  og Jónsvein Simonsen

 

Nevndin fer í næstum at skipa seg og fer sum skjótast til verka.

 

Stóra undirtøkan er  prógv um, at ljóð- royk- og ljósdálkan frá skipum ávirkar og órógvar nógv fólk kring landið.