Vilja ikki gjalda fyri eftirútbúgvingar

Hvørki landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, ella landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, eru sinnað at átaka sær at rinda fyri eftirútbúgvingar og ískoytisútbúgvingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

Tað hava tey bæði nú gjørt Sirið Stenberg, tingkvinnu, greitt, nú hon hevur spurt um hesið viðurskifti.

Løgtingskvinnan hevur verið alla kumpassina runt, tí áðrenn hon spurdi hesi bæði landsstýrisfólkini, hevur hon eisini spurt Bjørn Kalsø, landsstýrismann í undirvísingarmálum.

Men svarið frá øllum trimum landsstýrisfólkunum er tað sama, nevniliga, at tað er ikki teirra borð at rinda fyri eftirútbúgvingar.

Tvørturímóti hava teir ymsu stovnarnir sjálvstøðuga játtan og tað eru stovnsleiðslurnar, sum gera av, hvussu tørvurin er á eftirútbúgvingum innanfyri teir fíggjarkarmar, tær hava.

Karsten Hansen leggur afturat, at hann hevur ikki hug at skerja raðfestingarrættin hjá stovnsleiðslunum, tá tað viðvíkur at játta starvsfólkunum eftir- og víðariútbúgvingar, hóast raðfestingarrætturin kann hava við sær ein ávísan ójavna millum fakbólkar.

Hann hevur heldur ikki hug til at leggja seg út í tann lønarliga ójavnan, sum ískoytisútbúgvingin hevur við sær hjá teimum ymsu fakbólkunum, tí hetta er ein samráðingarspurningur millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfeløg.

Annika Olsen staðfestir, at almannaverkið hevur sjálvstøðugan raðfestingarrætt á starvsfólkaøkinum og Almannamálaráðið ætlar ikki at leggja seg út í tílík viðurskifti hjá stovninum.

- Almannamálaráðið ætlar tó á yvirskipaðum støði at taka spurningin um starvsfólka- og førleikamenning upp við Almannaverkið við tí í hyggju at orða ein starvsfólka- og útbúgvingarpolitikk fyri sosiala økið í Føroyum.

Annars vísur hon til Mentamálaráðið, sum hevur yvirskipaða undirvísingarpolitikkin um hendi.