Vilja lata før- oyingum hjálp til sjálvhjálp

Norskir útbúgvingarstovnar og norsk oljufeløg vilja fegin stuðla føroyskum útbúgvingarstovnum í royndunum at laga undirvísingina til eina koma oljuvinnu.

 



Fríggjadagin var enn ein merkisdagur í føroyskari ?oljusøgu?. Tá tóku fimm føroyskir lærarar prógv í boring á Stavanger maritime skole. Teir fimm lærararnir starvast dagliga á Sjómansskúlanum, Maskinmeistaraskúlanum og á teknisku skúlunum í Havn og í Klaksvík. Talan hevur verið um eitt intenst skeið uppá sjey vikur. Hetta er fyrstu ferð, at slíkt hendir og er hetta tiltakið ein liður í royndunum at kunna útbúgva føroyingar í Føroyum til at manna størvini í eini komandi oljuvinnu.

Tað hevur annars gingið óvanliga skjótt og longu nú er nakað ítøkiligt komið burtur úr. Tað var í fjør, at umboð fyri Stavanger maritime skole og Høgskolan í Stavanger vóru í Føroyum og gjørdu fyrstu ætlanaravtalurnar við ávikavist teir fýra umrøddu miðnámsskúlarnar í Havn og í Klaksvík og síðani við Fróðskaparsetur Føroya.

Endamálið við hesum útbúgvingarsamstarvinum er at skapa fortreytir fyri at kunna útbúgva føroyingar til eina komandi oljuvinnu og eisini at fara undir granskingaruppgávur í hesum sambandi.


Skúlastjórar á kunningarferð

Herfyri fóru so fimm lærarar til Stavanger at taka grundskeið í boring. Í tí sambandinum fóru so eisini stjórarnir á teimum fýra føroysku skúlanum á vitjan í Stavanger fyri at kunna seg við viðurskiftini har.

Skúlastjórarnir vóru Gordon Hoffgaard frá Maskinmeistaraskúlanum, Egon Øregaard frá Tekniska Skúlanum í Havn, Rúni Heinesen frá Tekniska Skúlanum í Klaksvík og Dánjal Johan Poulsen frá Sjómansskúlanum. Haraftrat vóru tvey umboð fyri Landsskúlafyrisitingina við, Vilhjálmur Gregorisen og Claus Reistrup.

Vitjað varð fyrst á Stavanger maritime skole, sum upprunaliga var ein sjómansskúli, men í 1980 vóru allar maritimar útbúgvingar savnaðar á skúlanum. Í dag leggur skúlin dent á maritima útbúgving, te. dekk og maskin, síðani eina petroleumstekniska útbúgving, harnæst frálandaútbúgvingar og at enda maritima trygdarupplæring.

Skúlin er tað ein nevnir ?en videregående skole?, sum gevur næminginum eina 3 ára útbúgving eftir loknan fólkaskúla.

Stórur tørvur er eftir fólki, sum taka útbúgving, og her er tað í løtuni serliga eftir fólki við boriútbúgving, sum kemur av tí økta virkseminum í Norðsjónum. Eitt boriskeið tekur vanliga 1 ár.

Føroysku skúlastjórarnir vórðu eisini kunnaðir um skeiðvirksemi, sum er í Rogalandi.

Høvið var eisini til at hitta umboð fyri umsitingina í fylkinum og kommunalpolitikarar. Eitt nú varð greitt søguni hjá Stavanger og um hvussu býurin hevur ment seg gjøgnum tíðina, til í dag at vera oljuhøvuðsstaðurin í Noregi. Býráðið hevur verið sera virkið í hesi menning.


Vitjaðu hjá Statoil og Saga

Vitjað varð eisini á gassterminalinum hjá Statoil á Kårstø. Tá vóru eisini teir fimm lærararnir, ið vóru á boriskeiði, við.

Her fingu føroyingarnir m.a. at vita, at Statoil bara í ár ger íløgur fyri 15 milliardir krónur. Kårstø skal útbyggjast fyri 6-7 milliardir kr. M.a. skulu tangar gerast í fjallinum til propan, ið skal kølast niður, og nýggj rørleiðing skal gerast frá Kåstø til Emden.

Eisini varð høvið at vitja hjá Saga Petroleum, har høvuðsdenturin varð lagdur á trygd og umhvørvi. Saga hevur gjørt nógv burtur úr trygdarupplæring og greitt varð frá teimum grundleggjandi trygdar- og tilbúgvingarskeiðunum, umframt eini serstakari leiðaraupplæring.

Áhugavert var m.a. at hoyra fólk frá Saga greiða frá tiltøkum, sum fyritøkan stendur fyri í Sogne og Fjordane, sum er eitt fylki við 100.000 íbúgvum. Eitt endamál hjá Saga í lokalsamfelagnum er at brúka lokalar veitarar og at útvikla førleika. Saga ger eisini nógv burtur úr samstarvinum við skúlarnar í økinum.

Skúlaverkið í fylkinum hjálpir til við hesum arbeiði. Eisini fyri framleiðarar/virki í økinum stílar Saga fyri tiltøkum, sum kunnu vera við til at menna teirra førleika í fakligum høpi.

Undir vitjanini hjá Saga vóru trygdarskeið og trygdarkrøv eisini viðgjørd gjølla. Tað er kundin, sum setir krøvini til innihaldið í skeiðunum. Í Noregi fer ein samskipan av krøvunum fram innan OLF. (Olieindustriens Landsforening).Claus Reistrup frá Landsskúlafyrisitingini sigur, at undir hesi vitjan varð eisini umrøtt, hvussu vit í Føroyum kunnu fara undir at gera trygdarskeið. Saga legði dent á, at stílað varð fyri einum trygdarmiðdepli, og at útbúnir instruktørar skuldu vera til miðdepilin.

Í hesum sambandi varð eisini sagt frá, at SAGA í oktober hevði ætlanir um at hava eina venjing, har eisini umboð úr Føroyum kundu vera við sum eygleiðarar.

Í hesum sama viðfangið varð eisini tosað um møguleikan fyri at halda eitt seminar í Føroyum um trygd og umhvørvi. Tað skal vera fyri ídnaðarfólk og politikarar.

Eisini varð umrøddur møguleikin fyri at Saga kundi vitja skúlarnar í Føroyum, so lærarar og næmingar fáa beinleiðis kunning um tann stóra týdningin, sum trygd og umhvørvi hevur innan oljuvinnuna. Føroysku luttakararnir vórðu vístir runt á trygdarmiðdeplinum á Stavanger maritime skole.

Vitjað varð eisini hjá Kværner Eigersund, ið liggur uttan fyri Stavanger. Upprunaliga bygdu teir stálkonstruktiónir, men í dag er meginparturin av framleiðsluni eindir til framleiðslupallar innan oljuvinnuna.

Fleiri smáfyritøkur innan jarnídnaðin hava tikið seg fram við vesturstrondina og eru tær undirleverandørar til Kværner.


Áhugaverdur borur

Eisini varð vitjað hjá Statoil í Forus. Har varð m.a. greitt frá teimum áhugaverdu royndum, ið Statoil hevur gjørt við at útvikla ein slaghamara at nýta til boring.

Claus Reistrup sigur, at sera áhugavert at varð at hoyra um henda nýggja boriteknikkin, sum kann koma at kollvelta boring í eitt nú basalti og tí eisini hevur stóran áhuga fyri Føroyar. Av tí at tað er sera kostnaðarmikið at leiga boiripallar, um 1 mill. kr. um dagin, røður mest um at kunna redusera boritíðina. Við nýggja boriteknikkinum kunnu teir bora 12 ferðir skjótari um tíman enn við verandi teknikki. Og tá er so nærum einki slit heldur

Eisini fingu føroyingarnir eina frágreiðing um royndirnar at umskapa gass til protein við at nýta eina ávísa bakteriu. Bakterian er til staðar alla staðni, har methan er. Í løtuni er Statoil í ferð við at byggja eitt veruligt framleiðsluanlegg. Av tí at protein er ein mangulvøra í heiminum í dag, eru helst stórir framtíðarmøguleikar í hesi framleiðsluni.

At enda varð vitjað á Høgskolan í Stavanger. Har útbúgva teir eitt nú oljuverkfrøðingar. Í sambandi við ætlanaravtaluna, sum herfyri varð gjørt millum Høgskolan og Fróðskaparsetrið, er ætlanin, at ein frá borideildini á høgskúlanum skal gerast professari 2 á Fróðskaparsetrinum, m.a. við atliti at menning av boriteknikki í hørðum tilfari.

Henda skipan, sum verður fíggjað av Statoil, virkar á tann hátt, at lærari arbeiðir fyri fyritøkuna 20% av tíð-ini og restina av tíðina undirvísir og granskar á einum lærdum háskúla. Verður henda ætlan til álvara, so er møguleiki hjá Fróðskaparsetrinum at fáa bygt upp nógva nýggja vitan.


Statoil og Saga sera trúverdugir partnarar

Claus Reistrup sigur við Sosialin, at Statoil, sum hevur víst stóran áhuga fyri at vera við til at menna útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum í sambandi við eina komandi oljuvinnu.

-Okkara royndir eru, at Statoil er ein sera trúverdugur samarbeiðspartnari, sum eisini skilur trupulleikarnar og tørvin í einum lítil samfelag sum tí føroyska.

Her er í stóran mun talan um hjálp til sjálvhjálp.

Eisini hitt norska oljufelagið Saga er ein góður samstarvspartnari sigur Claus Reistrup, sum heldur, at trygdarspurningarnir, ið Saga ger so nógv við, eru sera týdningarmiklir fyri okkum føroyingar eisini.

Teir fimm lærararnir, sum hava tikið grundskeið í boring í Stavanger og sum nú kunnu undirvísa í hesum á skúlunum í Føroyum, eru: Johan Kunoy frá Tekniska skúla í Havn, Páll Joensen frá Maskinmeistaraskúlanum, Jógvan Linklett og Hans Jákup á Kósini frá Tekniska Skúla í Klaksvík og Kristin Rasmussen frá Sjómansskúlanum.