Hjartaliga tillukku við 18 ára føðingardegnum. Tú fær 50.000 kr inn á tínar bústaðarkonto, sum tú bert kann brúka til at keypa tær ein bústað í Føroyum.
Tá tú fyllur 25 og 27 ár, fær tú aftur 50.000 kr inn á somu konto, til sama endamál.
Ein treyta gáva
Gávan er treyta av, at tú setur búgv í Føroyum. Um tú framvegis ikki er fluttur heim til Føroyar, tá tú er 33 ár, fellur upphæddin aftur til landið.
Gávan er prístalsregulera og stendur á konto hjá landinum, í tínum navni, inntil tú keypir tín fyrsta bústað í Føroyum.
Ein uppaftur størri gáva til tín - drag allar renturnar frá í skattinum
Meðan prísurin á bústøðum er tvífaldaður seinastu árini, hevur mesta upphæddin sum til ber at fáa í rentustuðul staðið í stað á 35.000 kr árliga. Hetta tyngir munandi um fíggjarligu byrðuna hjá ungu familjunum, sum júst hava sett búgv.
Eg vil arbeiða fyri, at tú ístaðin fyri rentustuðul, sleppur at draga 35% av tínum bústaðarrentum frá, áðrenn tú skal gjalda tín skatt. Við skattafrádrátti verður tú javnsett við fyritøkurnar, sum sleppa at draga allar sínar rentuútreiðslur frá áðrenn skatt. Hví skal tað sama ikki galda fyri teg?
Hví skulu vit geva tær gávur? Tí tað loysir seg!
Tí 5. hvør føroyingur flytur ikki heimaftur, og fyri hvønn einasta føroying sum ikki kemur heimaftur missa vit nógvar milliónir í framleiðslu og skattainntøkum.
Tí vit hava gjørt stórar íløgur í teg við góðum dagstovnum, skúlum og víðari útbúgving. Vit vilja so fegin, at hendan íløgan kemur okkum øllum í Føroyum til góðar :) og vit vilja sjálvandi at føroyski ungdómurin heldur á at byggja okkara land.
Set X við Sigrid J. Dalsgaard, Tjóðveldi











