– Tað er átaluvert og fullkomiliga óhoyrt, at lækka endurgjaldið til kommunurnar úr 75 niður í 71 prosent uttan at kunna kommunurnar yvirhøvur, sigur kommunufelagið í hvassorðaðum skrivi til løgtingið
Tað er í sambandi við viðgerðina av tinmálið nummar 143, »Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2015«, at Kommunufelagið ger vart við hesi viðurskifti:
Kommunufelagið er hvørki kunnað ella hoyrt í samband við ætlanina hjá landsstýrinum um at skerja MVG endurgjaldið til kommunurnar úr 75% niður í 71 %. Hetta er átaluvert og fullkomiliga óhoyrt, at landsstýrið uttan yvirhøvur at kunna kommunurnar, tekur ein grundleggjandi og siðbundnan part av fígging kommunurnar burtur.
Sambært viðmerkingunum til uppskotið kemur niðurskurðurin á 4 %, at kosta kommununum 3 mió. kr. í ár. Somu viðmerkingar siga, at økta viðbótin til pensjónistar kemur at geva kommununum eina meirinntøku á 3 mió. Kr. Samanumtikið skuldi hetta, sambært FMR sostatt verið útreiðsluneutralt fyri kommunurnar.
Mettu inntøkurnar av endurrindan av MVG til kommunurnar eru 133 mió. Kr. í 2015. Alt annað líka skuldi ein lækking sostatt kosta kommununum 133/75 x 4 = 7,1 mió. Kr. pr. Ár.
Um lækkingin far virkna frá 1. juni, sum ásett í uppskotinum, so er inntøkuminkingin 7,1 x 7/12 ella góðar 4,1 mió. Kr. Sostatt er ikki rætt, tá ið sagt verður at hetta kemur at kosta kommununum 3 mió. Í 2015.
Økta viðbótin til pensjónistar kemur sambært uppskotinum at geva kommununum eina meirinntøku á 3 mió. kr. Verður hugt at tingmáli nr. 100, Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækkan av viðbót til fólkapensjónistar), so er metta meirinntøkan fyri kommunurnar í 2015, 2,5 mió. Kr. og fyri 2016 er metta meirinntøkan 4,2 mió. kr.
Við øðrum orðum, tað sum av Fíggjarmálaráðnum er sagt at verða útreiðslu neutralt, kemur at kosta kommununum 1,6 mió. kr. í ár og knappar 3 mió. kr. árini framyvir (í dagsins prísum).
Í einum longri tíðarperspektivi verður missurin sannlíkt størri. Hóast politiska skipanin í hesum førum ger tað mótsatta, so fer almenna (landskassa fíggjaða) pensjónin í framtíðini sannlíkt at minka, so hvørt sum tann einstaki sjálvur fer at spara upp til egna pensjón.
Ár | Meirinntøkur | Minni inntøkur | Úrslit |
2015 | 2,5 mió.Kr. | 4,1 mió.Kr. | -1,6 mió .kr. |
2016 | 4,2 mió.Kr. | 7,1 mió.Kr. | -2,9 mió. Kr. |
Hinvegin so fer keyps MVG-ið sannlíkt at vaksa, tí kommunali geirin er vaksandi. Sannlíkt er talið 133 mió. kr. í sjálvum sær undirmett, tí keyps MVG -ið sannlíkt er nakað hægri nú kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið.
Vit vita av góðum grundum ikki um onnur viðurskifti gera seg galdandi, sum hava við sær, at skeivleikar eru í okkara tølum, snøgt sagt tí at málið ikki nóg væl upplýst.
Eisini er viðkomandi at spyrja, um kommunurnar skulu straffast hvørja ferð útlit eru fyri einum inntøkuvøkstri, ímeðan kommunurnar ikki skulu hava nakra kompensatión, tá ið eykaútreiðslur verða lagdar á kommunur. Óteljandi dømi kundi verið nevnd í hesum sambandi. (Ókeypis tannrøkt, broyting í rentustuðli, broyting í býtinum partafelagsskatti, avgjøld á alivinnuna o.s.fr.). Er hetta veruliga ein gongd sum Løgtingið tekur undir við?
Annað er, at inntøkurvøksturin sum kommunurnar fáa í samband við at viðbótin til pensjónistar veksur, óbeinleiðis hevur verið hugsað, sum ein partur av fíggingini til at breiðka grundarlagið fyri fíggjarligum fríplássum á dagstovnaøkinum. Hendan fyritreytin er nú fullkomiliga burtur, tí kommunurnar í veruleikanum hava eitt samlað undirskot av omanfyri nevndu uppskotum.
Kommunufelagið kann ikki áhaldandi góðtaka hendan framferðarháttin, har tað støðugt verður máað burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum. Kommunufelagið kann enn minni góðtaka at uppskot sum hava grundleggjandi ávirkan á kommunurnar, als ikki verða umrøtt við kommunurnar, áðrenn tey verða løgd fyri tingið.
Vónandi hevur tingið hesi viðurskifti í huga í viðgerðini av nevndu uppskotum, skrivar Kommunufelagið.
Skrivað undir brævið hava Heðin Mortensen, formaður, og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.