Landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum, Margit Stórá, var mikudagin á vitjan í Vága kommunu eftir innbjóðing frá borgarstjóranum, Bjarna Prior.
- Endamálið við vitjanini var at umrøða bústaðaravbjóðingar, tørvin á fjølbroyttum bústaðarloysnum og møguleikar fyri samstarvi millum land og kommunu á almanna- og bústaðarøkinum.
Vága kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við nýhugsan og framtíðarætlanum á bústaðarøkinum, og á fundinum legði borgarstjórin fram ítøkiligar tankar um, hvussu nýggjar bústaðarloysnir kunnu mennast í kommununi.
- Dentur varð lagdur á, at bústaðarneyðin krevur nýhugsan, samstarv og langtíðarloysnir, bæði lokalt og landsfevnandi.
Greitt varð frá, at kommunan arbeiðir við einari slóðbrótandi bústaðarverkætlan, sum hevur til endamáls at skapa fleiri og fjølbroyttar bústaðir, samstundis sum hugsað verður nýtt í mun til fígging, atkomu og sosiala samanseting.
Saman við umsitingini hevði borgarstjórin fyrireikað fundin væl og greitt varð frá teimum avbjóðingum og møguleikum, sum kommunan sær á økinum.
- Dentur varð lagdur á, at Vága kommuna ynskir at vera ein virkin partur av teimum framtíðarloysnum, sum skulu mennast innan bústaðar- og almannaøkið.
Bjarni Prior, borgarstjóri, fegnast um vitjanina av landsstýriskvinnuni og sigur, at tað hevur stóran týdning, at gott samskifti og samstarv er millum kommunur og landsmyndugleikar.
- Bústaðaravbjóðingin er ein av størstu samfelagsligu avbjóðingunum, sum vit standa yvirfyri í hesum tíðum. Tí er tað týdningarmikið, at vit arbeiða saman um ítøkiligar og nýhugsaðar loysnir.
Borgarstjórin sigur, at Vága kommuna fegin vil vera ein virkin viðspælari í hesum arbeiðnum, sigur borgarstjórin.
Vitjanin av landsstýriskvinnuni, Margit Stórá, var góð og gevandi, og báðir partar vístu vilja til framhaldandi samskifti og samstarv á økinum.













