Bústaðar-ójavnin er størsta einstaka avbjóðingin, sum vit hava í løtuni.
- Útboðið av bústøðum er alt ov lítið, í mun til eftirspurningin – ikki minst í høvuðsstaðnum.
- Tað, sum fæst til keyps í høvuðsstaðnum er alt ov dýrt, og ikki keypandi hjá fólki við vanligum arbeiðsmanna- og kvinnuinntøkum – fyri ikki at tosa um støk, lesandi og onnur, sum vilja sleppa inn á marknaðin.
- Úti á bygd eru prísirnir eisini hækkaðir óvanliga nógv, og har er vónleyst at fáa fígging.
Hvat er at gera? Her er neyðugt at gera átøk á fleiri mótum!
- Vit skulu hava lív í tey húsini, sum standa tóm, bæði í Havn og kring landið. Umstøðurnar eru ymiskar, men talan er um tilsamans umleið 2.500 bústaðir.
- Vit skulu byggja upp ein munandi størri marknað við leiguíbúðum – gjarna smáum og ódýrum – har ung og vaksin kunnu húsast, til dømis meðan tey fyrireika seg til ein meira varandi bústað – og eldri kunnu húsast, á fíggjarliga tryggum og virðiligum eldraárum.
- Bústaðargrunnur eigur at vera skipaður, við tí endamáli, sum Bústaðir upprunaliga var ætlað til – at halda leigukostnað niðri.
Hvørjir karmar finnast longu?
- Kommunur skulu vera viðspælarar, og
- hava longu rætt til at áseta bústaðarskyldu á nýggjar bústaðir,
- hava møguleika, saman við Bústøðum at gera almannagagnlig bústaðarfeløg,
- hava útstykkjað økir til íbúðir og raðhús.
Hvat fara vit at gera?
- Lógaruppskot um at kommunur kunnu avmarka stutttíðarleigum sum fall burtur, tá valið varð lýst. Hetta kemur aftur á skrá.
- Leigustuðul til tey, sum veruliga hava torført við at fáa endarnar at røkka saman.
- Neyðugt er at skipa leigumarknaðin soleiðis, at tú ikki kanst verða koyrdur á dyr við stuttum skotbrái. Fleiri rættindi til leigara og greiðar treytir og krøv til bæði leigara og útleigara.
- Langtíðarleiga eigur at vera munandi longri enn 3 mánaðir.
- Byggikunngerðin BK17 eigur at verða endurskoðað.
- Góðkenning og matrikkulering eigur at vera meira smidlig, og ikki vera ein forðing ella seinking.
- Skattlig avskriving av fastogn eigur at vera endurskoðað.
Vil tú hava skil upp á bústaðarmarknaðin?
Set X við Javnaðarflokkin
Set X við Fróða Reinert Petersen











