Tí er tað, at vit hava mistonkt Fólkaflokkin fyri lumpa løgmann – at flokkurin als einki meinar við hetta.
Men fyrstur at loysa frá posabandinum er formaður Fólkafloksins og á tingi – fyrrverandi fiskimálaráðharrin, Jákup Mikkelsen. Hann sigur, at var ein eyðmýking fyri løgmann at fara hesa biddaragongd til Danmarkar.
– Eingin hevur kent tað so væl á sínum egna kroppi sum Sambandsflokkurin, at hetta bleiv ein eyðmýking segði Jákup Mikkelsen í løgtinginum fríggjadagin. Hann vísti eisini á, at eyðmýkingin ikki minst stendur í tí at fara til Danmarkar at biðja um 150-200 milliónir krónur, hóast løgmaður átti at vitað, at tað fór ikki at bera til, segði hann.
At tað var ein biddaragongd viðgongur Jákup Mikkelsen. Men hann vísir á – sum vit hava skotið Fólkaflokkinum í skógvarnar her á síðuni fleiri ferðir – at hetta var eitt stórmál fyri Sambandsflokkin, og at hetta var prísurin, Fólkaflokkurin var sinnaður at rinda fyri at fáa nógv onnur mál framd.
Og Jákup Mikkelsen staðfestir eisini, at Fólkaflokkurin var púra róligur innast inni. Tey tey lótu bara løgmann og Sambandsflokkin fáa sín vilja, tí tey vistu, at danir fóru aldrin at ganga ynskjunum frá løgmanni á møti, men at hetta fór at enda við eini eyðmýking.
Tað hevði verið áhugavert at vitað, hvat løgmaður sigur til, at Fólkaflokkurin nú viðgongur, at flokkurin hevur lumpað løgmann og hevur so lætt við at vinda hann um sín lítlafingur. Men løgmaður hevur onga viðmerking...