Vinmaðurin Frank

Helgi Abrahamsen

 Hvørja ferð tá eg síggi, at Høgni Hoydal hevur eina av sínum longu greinum í bløðunum, lesi eg við størsta áhuga, tí eg veit, at hann brúkar altíð langar greinar, tá hann skal snara veruleikanum á høvdið. Tað dugir Høgni nevniliga sera væl, men tað krevur altíð eina langa grein, um tann ætlanin skal eydnast til fulnar. Tað er hetta sum ger, at tær longu greinarnar hjá Høgna Hoydal eru nógv betri enn tær stuttu, sigur Helgi Abrahamsen

----------------

Sosialurin hevði millum jóla og nýggjár eina samrøðu við Frank Jensen, har hesin kom við sera álvarsomum ákærum ímóti Fullveldislandsstýrinum og serliga Høgna Hoydal, sum var landsstýrismaður í umrødda tíðarskeiði. Ákærurnar vóru somikið álvarsamar, at Høgni Hoydal kundi ikki lata tær fara ósvaraðar aftur við borðinum, og tað gjørdi hann heldur ikki. Í bløðunum í farnu viku kom hann við eini viðmerking.  Eini av teimum longu.

Soleiðis verður alt vent á høvdið
Fyrst nýtir Høgni eina yvirskrift og ein inngang, sum eru vend beinleiðis ímóti Frank Jensen, men síðani lýsir hann vápnahvíld á tí frontinum, og fer at skriva um sítt fantastiska vinalag við henda góða Frank. Vit fáa at vita, at teir práta javnan saman, skemta og støkka inn á gólvið hjá hvørjum øðrum (sum heild ein hugnalig frásøgn).
Tá hetta er fingið upp á pláss verður avdúkað, at teir báðir (Høgni og Frank) hava tosað saman um samrøðuna, sum stóð í Sosialinum. Við hesum fær Høgni lesaran at trúgva, at eingin kennir søguna í Sosialinum betur enn hann. Hann er eitt slag av »ovasta tulkingarmyndugleika«, hvat greinini viðvíkur, og her hevur hann rættiliga frítt spæl, tí neyvan man nakar fara at ringja til Frank Jensen fyri at kanna eftir, um alt er júst so sum Høgni sigur tað vera.
Í næsta broti í greinini er Høgni Hoydal millummaður millum Frank Jensen og Sosialin. Vit fáa nú at vita, hvat Frank Jensen royndi at siga við blaðmannin, og hvussu hann (altso Frank) ímyndar sær, at blaðmaðurin skilti boðskapin. Men Frank Jensen verður misnýttur av Sosialinum (sigur altso Høgni Hoydal), tí tað sum Sosialurin skrivar, er ikki tað sum Frank Jensen ætlaði at siga. Tað veit Høgni betur enn øll onnur, tí hann kennir Frank og hevur tosað við hann.
Og nú er málið fullkomiliga koppað á høvdið, tí nú er tað Høgni Hoydal, sum verjir »vinmannin Frank« ímóti tí óseriøsa Sosialinum, sum...  ja hvat var tað nú hann gjørdi?  jú blaðmaðurin gloymdi at ringja til Høgna Hoydal og biðja um eina viðmerking til samrøðuna, áðrenn hon varð sett á prent. Tað sigur Høgni, at Frank heldur at Sosialurin átti at gjørt.
Jú hetta er skemt á høgum støði.

Sosialar betringar
Men tað sum fekk meg at taka penn í hond er brotið í greinini hjá Høgna, har hann sigur, at meðan fullveldissamgongan sat og minkaði blokkstuðulin, hendu størstu sosialu betringar í Føroyum í mong ár og stættarmunurin minkaði. Hetta er eisini at venda tingunum á høvdið.
Eg kundi í hesum sambandi hugsað mær at fingið at vita ítøkiliga, hvørjar sosialar betringar hendu í Føroyum í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2002, tá blokkstuðulin minkaði, til fullveldislandsstýrið legði frá sær í desember 2003?
Kann Høgni Hoydal eisini siga okkum, hvussu fíggjarstøðan (og harvið útlitini fyri framhaldandi sosialum betringum) broyttust í sama tíðarskeiði? Hvussu stórt var avlopið hjá landskassanum í 2001 (áðrenn blokkniðurskurðin) og hvussu stórt var tað í 2003 (aftan á blokkniðurskurðin), og hvussu stórt hevði tað verið, um allur blokkstuðulin hevði verið tikin burtur?

Alternativa fíggjarlógaruppskotið
Tjóðveldisflokkurin gjørdi í heyst eitt alternativt fíggjarlógaruppskot. Hvørjar sosialar betringar eru at síggja í tí uppskotinum, og hvussu stórt er landskassaavlopið í 2006 sambært sama uppskoti?
Um blokkstuðulin ongan týdning hevur fyri sosialu vælferðina í Føroyum, hví skjýtur Tjóðveldisflokkurin so upp í alternativa fíggjarlógaruppskotinum, at blokkstuðulin ikki skal minka við so mikið sum einari krónu í 2006? Hvussu stórt hevði avlopið verið í uppskotinum, um blokkstuðulin hevði verið tikin burtur av inntøkusíðuni, og hvønn týdning hevði hetta havt fyri sosialu vælferðina?
Um vit ímynda okkum, at Tjóðveldisflokkurin broytti sítt alternativa fíggjarlógaruppskot soleiðis at blokkstuðulin bleiv tikin burtur, hvar kundi flokkurin so hugsað sær at spart, soleiðis at sparingin á ongan hátt gekk útyvir sosialu vælferðina hjá føroyingum? Kann Høgni tryggja Føroya fólki, at tað ikki hevði gingið útyvir tey veikastu í samfelagnum, um sparingar fyri meira enn 600 mió. krónur skuldu verið gjørdar í sambandi við at blokkstuðulin bleiv burtur?
Nógvir aðrir spurningar kundu verið settir í hesum sambandi, men fyribils hevði tað verið gott, um Høgni hevði kunnað svarað hesum fáu spurningunum. Og so kundi hann eisini í sama viðfangi sagt okkum, um hann veit, hvar hasi bondini við Frank Jensen blivu av.
helgia@logting.fo