Vinna og mentan ganga hond í hond

Aftur í heyst verður skipað fyri vinnustevnuni FaroExpo og Mentanarviku í Runavíkar kommunu. Hetta er soleiðis triðja árið á ráð, at hesi tiltøk verða hildin í kommununi Karmurin um sjálva vinnustevnuna, sum verður í døgunum 29. oktober til 1. november, er Ítróttarhøllin í Runavík, meðan ráðstevnuparturin við fyrilestrum verður hildin í Kelduni í Skálafirði.

Mentanarligu tiltøkini, sum verða í kommununi í døgunum 28. oktober til 4. november, verða av ymiskum slagi og á ymiskum støðum kring um í Runavíkarøkinum.

Í Runavíkar kommunu siga tey, at talan verður um eina undirhaldandi og spennandi viku, bæði hjá almenninginum og hjá teimum fyritøkum, sum luttaka á Faroexpo.

- Hetta verður ein rættur blandingur av mentanarligum undirhaldi og fakligum innihaldi. Vit kunnu siga, at her eru tað vinna og mentan, sum ganga hond í hond.

FaroExpo og Mentanarvikan tilsamans er eitt rættiliga stórt tiltak.

- Vinnustevnan vendir sær til føroyskar og útlendskar vinnufyritøkur og feløg, ið fáast við ? ella ætla sær í holt við ? útflutning og møguligt samstarv innan útflutning.

Tey, sum standa aftanfyri átakið, siga, at FaroExpo er eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at hittast og byrja samstarv, sum kann økja um teirra møguleikar á heimliga og altjóða marknaðinum.

Sjálv vinnustevnan verður eins og undanfarin ár skipað sum sonevnd ?partnariat? í Ítróttarhøllini í Runavík.

Mannagongdin fyri slíka skipan er, at luttakararnir ? áðrenn stevnan byrjar ? hava ynskt at hitt aðrar luttakarar á skipaðum fundum, sum verða hildnir innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið á einum stevnubási.

Fyrilestrarnir, sum verða hildnir í sambandi við FaroExpo, eru almennir.

Virkisráðgevingin í Saltangará er høvuðssamskipari av FaroExpo og Mentanarvikuni, og hetta verður gjørt í samstarvi við Kunningarstovuna í Saltangará og Runavíkar kommunu.