Vinnarar fastir Gestir

Tað er gamal prixsiður, at vinnarar frá undanfarna kappingarárinum koma á pall við endaliga prixumfar, finaluna, ella sum nú AME. Og hesaferð eru tað Gestir, ið koma á pall

Til ber at tosa um óbodnar gestir, men bólkurin Gestir er í hvussu er boðin, tá AME verður leygarkvøldið. Gestir, vinnarabólkur frá Prix Føroyar 2003, eru sjálvskrivaðir gestir, tá Atlantic Music Event fer av bakkastokki leygardagin.
                      Tað er gamal prixsiður, at vinnandi bólkurin seinast er við til finalutiltakið, og hesaferð eru tað altso Gestir, ið koma á pall í hesum leiklutinum.
                      Finalan hesaferð er jú ikki skipað sum rættilig finala, men við eini rúgvu av teimum á palli, ið verða mettir sum góðir tónleikagestir, umframt teir bólkar, sum komu sær víðari úr semifinaluni.
 
Stilt
Men bólkurin Gestir hevur leiklutin sum vinnari fyri tveimum árum síðani og tessvegna luttakari nú, og mong eru óivað forvitin eftir at vita, hvat bólkurin hevur at bjóða. Tað hevur nevniliga í meginpartin av hesum tveimum árunum verið sera stilt kring vinnararnar. Teir spældu til tiltakið Atlantic Music Event í Vega í Keypmannahavn saman við Eivør og Makrel. Og har hevði bólkurin eina sera góða framførslu, sum av røttum kann benda hugan hjá fleiri tann vegin, at Gestir ikki eru ?lidnir sum poppsangarar?, ella hvat slag teir velja at leggja seg eftir, hóast kvirt hevur verið kring teir.
                      Tiltakið í Vega var sera væleydnað og tá tiltakið í Norðurlandahúsinum er av sama slag, bara størri, har útlendskir tónleikakønir eisini eru til staðar ? eins og í Vega ? so er gott í væntu. Og eisini Gestir kunnu vænta sær vinning av ferðini, tí hóast talan er um heldur kvirran bólk ? her meint so, at lítið hevur verið at frætt frá teimum ? so hava teir. Eins og øll onnur luttakandi, møguleika at bergtaka og vinna sær sess á onkrum festivali uttanlands.
                      Og sigast kann um Gestir, at eisini tá okkurt hoyrist til teirra, so eru teir stillir. Teir duga at larma, óivað so, men tónleikastílurin hevur í hvussu er verið av tí stillara, ella seina, slagnum, har tað eisini hevur erið ein snildi at skapa eitt huglag. Eins og vit t.d. síggja, at Makrel eisini eru óførir til.
                     
Spennandi
Hvussu er og ikki, so eru hesir stillu, sveimandi rocktónleikararnir á ein hátt fjaldir í einum tónatámi av onkurum duldarfullum. Tónleikurin leggur upp til huglagskendar løtur og við at hava verið burtur úr ljósrípunum á pallinum í so langa tíð, uttan heilt at hava verið burtur, so hava Gestir lagt upp til eina spennandi løtu fyri eygu og oyru, tá teir aftur eru at síggja og hoyra leygakvøldið, tá AME verður í Norðurlandahúsinum.