So at siga einasti partur av nýggju skattalógini, sum hevur fingið umrøðu í fjølmiðlum, og harvið millum manna, er skattalættin til fiskimenn og sjómenn.
Arbeiðarafeløgini hava víst sína ónøgd við, at munur verður gjørdur millum arbeiðsbólkar, og tað er eisini skiljandi. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir tó á, at nevnda broyting á ongan hátt er gjørd fyri at seta kílar í hjá arbeiðarafjøldini, men er ein neyðug avleiðing av skattaviðurskiftunum í londunum rundan um okkum.
Umframt landsstýrismannin í fíggjarmálum hevur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, verið fremsti talsmaður fyri hesi skattalækking. Hann hevur fleiri ferðir víst á ? eins og fiskimenn sjálvir ? at umstøðurnar hjá fiskimonnum eru so nógv øðrvísi enn hjá einum arbeiðara á landi.
Fiskimaðurin er avskorin frá mongum av teimum ágóðum og tilboðum, sum fólk á landi kunnu njóta gott av; og í mongum førum taka sum eina sjálvfylgju. Hartil kemur, at arbeiðsdagurin hjá einum fiskimanni ikki er frá 8 til 5, men ofta upp í eitt heilt samdøgur í senn.
Missurin kann
gerast stórur
Tað er tó ikki hetta, ið Anfinn Kallsberg hevur lagt størstan dentin á í nýggju skattalógini.
Hansara argument er, at við tí ráki, ið hevur verið seinastu árini, har fiskimenn í hundraðtali eru fluttir av landinum fyri at fiska við útlendskum fiskiskipum, hevur landskassin mist milliónir av skattakrónum. Hetta merkir sjálvandi, at tá færri eru um at gjalda, mugu tey, sum eftir eru, gjalda so mikið meiri.
Við nýggju skattalógini verður gjørd ein roynd til í fyrsta umfari at forða fyri, at fleiri av okkara fiskimonnum flyta av landinum, í øðrum lagi at »lokka« teir, ið longu eru fluttir, at flyta heimaftur.
Anfinn Kallsberg metir, at verður einki gjørt, kann missurin av fiskimonnum ? og harvið skattakrónum ? gerast ógvuliga stórur. Landsstýrismaðurin vísir á, at teoretiskt kunnu vit koma hartil, at føroysk fiskiskip fara at verða mannað av føroyskum fiskimonnum ? búsitandi uttanlands!
Eisini sjómenn
Men tað eru ikki bert fiskimenn, ið fáa skattafrádrátt. Eisini sjómenn fáa henda bata.
Hetta umfatar allar teir, sum í dag sigla undir FAS. Tað vil siga farmaskipini og eitt nú Norrøna. Eisini teir, sum sigla við stand-by bátum í Norðsjónum.
Tað eru tó nøkur undantøk millum sjómenn. Til dømis fáa teir, sum sigla við strandfaraskipunum ikki henda fyrimun, eins og eitt nú sandbátar o.a. ikki er umfatað av skattafrádráttinum.
Teir sjómenn, sum sigla undir DIS (danska altjóða skrásetingin) gjalda ikki skatt, av tí at teir fáa eina nettohýru, men tað eru tó nakrir sjómenn, ið sigla við skipum uttanfyri nevndu skipanir. Hesir eru tó fáir, men av tí at mangir av teimum sigla innan oljuvinnuna og í starvssáttmálanum stendur, at lønin ikki viðkemur triðjamanni, er ofta trupult at skatta hesar menn. Ofta nokta teir fyri at upplýsa um inntøku, og so er einki annað at gera hjá skattavaldinum, enn at meta um inntøkuna.
Hartil er at siga, at um hesir menn ikki ynskja t gjalda skatt, nýtist teimum bert at flyta bústað til Danmarkar, har teir koma undir lógina um »udenrigsfart«, og harvið fáa skattafyrimun.
Undrast á
mótstøðuna
Anfinn Kallsberg sigur seg undrast á ta stóru mótstøðu, ið skattalækkingin til fiskimenn hevur fingið frá ymsu síðunum. Hann vísir á, at líknandi broytingar áður eru gjørdar uttan at nakar hevur mælt eitt orð ímóti.
Sum dømi vísir hann á, tá FAS varð sett á stovn í Føroyum. Hetta var ein beinleiðis avleiðing av donsku altjóða skipaskrásetingini. Tá ætlaðu flestu føroysku farmaskipini at flagga út og fara undir DIS, tí har er sum nevnt talan um nettohýrur. FAS varð so sett á stovn fyri at forða fyri hesi útflaggan av farmaflotanum.
Eitt annað dømi er tann serligi frádrátturin, ið handverkarar fingu, tá teir fóru uttanlands at arbeiða. Tá mutaði eingin ímóti, tó at tað var at geva einum ávísum bólki í samfelagnum skattafyrimun.
Men hetta var gjørt við somu grundgeving, sum nú verður nýtt fyri at veita fiskimonnum skattalætta.
Hvussu so verður ella ikki, so kann bert tíðin vísa, um landsstýrismaðurin hevur mett rætt tá hann væntar, at hesin parturin av skattabroytingini í fyrsta lagi fer at steðga burturflytingini av fiskimonnum, og í øðrum lagi fær teir, ið longu eru fluttir, at flyta heimaftur.