Vinnuligir karmar?

Bankamálið er nú endiliga avgreitt. Lat okkum nú taka um sjálvan kjarnan í tí føroyska bygnaðartrupulleikanum: Tann almenna bygnaðin! Tíðin er ímóti okkum

Ofta undrast vit á, hví tað skal vera so trupult at virka í Føroyum, vinnuliga og alment. Hví tykist tað miseydnast so ofta, tá fólk við góðum royndum í útlondum, koma til oyggjarnar og verða sett at leiða arbeiði, felag ella stovn. Hvat er tað, sum er so øðrvísi í Føroyum?

Tað er neyvan teknikkur ella skipanir, sum eru so serligar. Ein almannaveiting er nøkunlunda tann sama í Føroyum sum í Týsklandi og ein verkstmiðja skal helst rekast umleið eins í Sørvági sum í Rønne á Bornholm.

Helst eru fleiri viðurskifti galdandi, men lat meg í hesi grein vísa á nøkur viðurskifti, sum kanska eru av serligum týdningi.

Í fyrsta lagi er tað stuðulsvirksemið. Tað, sum t.d. Tórshavnar Radioservice ofta er fyri Tórshavnar Skipasmiðju. Ein virkisleiðari í útlondum keypir vanliga tænastur ymiska staðni frá og leggur bert tann partin afturat vøruketuni, sum júst tað virkið hevur serligar fortreytir fyri.

Í Føroyum er so mangt, sum má byggjast frá grundini. Eitt dømi, sum hepnaðist, er gamla Føroya Fiskasøla. Har var bygt frá grundini bæði til peningarensl, pakning, virkisleiðslu, søluútbúgvingar, skipabygging o.a., sum lítið hevði við fiskasølu at gera, men var neyðugur partur fyri at fiskivinnuskipanin kundi virka í menning.

Tað er so manga staðni, at hetta ikki hepnast. Ikki tó fólkið ikki erfullført, men tí virkiskarmarnir eru trongir.

Í øðrum lagi er tað kunnleikin. Tað, sum á útlendskum máli verður nevnt »avanceret faktorudrustning«. Ein leiðari í útlondum hevur vanliga góðar vitanartænastur í nánd. Skúlar, fróðskaparsetur, granskingarstovnar, granskingarparkir, felagsskapir, læruskipanir o.a.m. Útvarp, bløð, ríðarrit og sertænastur eru alla tíðina við hondina við ítøkiligari og viðkomandi vitan.

Í Føroyum er tað tunnligt við ítøkiligari, nýliga viðgjørdari vitan á høgum støði. Eitt dømi er eitt niðurpínt fróðskaparsetur, sum í peningaligari ómegd noyðist at venda sær til ymsan tilvildarligan granskingarstyrk, og so sjálvsagt ikki kann standa seg í kapping við meir ella minni sjálvbestaltaðar útlendskar »serfrøðingar í føroyskum viðurskiftum«.

Eitt gamalt dømi, sum hepnaðist, vóru ætlanirnar, sum gjørdar vóru seinast í 50-unum og sum fingust at virka fyrst í 60-unum.

Vit hava hesi seinastu 10 árini í krepputíðini ikki megna at latið nakra greiða, gjøgnumarbeidda kreppuætlan úr hondum, ikki tí fólkið ikki er fullført, men tí virkiskarmarnir eru trongir.

Í triðja lagi er tað kunnleikin um smálutirnar. Tað er heilt vanligt í útlondum, at tað er so mangt, ein leiðari ikki veit. Tað eru mong onnur, sum vita og leiðarin tekur sær bert av leiðslu.

Í Føroyum ber hetta ikki til. Føroysk leiðslumentan er treytað av teim smáu viðurskiftunum. Skilamaðurin/-konan, sum skipaði, mátti duga bæði at leiða og at virka í praksis. Ráðini vóru - og eru - ikki til annað og fólk hava ikki álit á, at tann, sum ikki »eingang veit hatta«, tó kann vita til at leiða.

Hetta ger, at krøvini til ein føroyskan leiðara eru væl størri, enn krøvini til ein útlendskan leiðara. Hetta er helst ikki júst so sum flestu okkara hugsa í fyrsta umfari.

Í fjóðra lagi er tað altjóða kappingin. Longu mitt í 1800-talinum, tá talan var um fríhandil í Føroyum sóu fólk vandan, um Føroyar gjørdust handislliga ov innibyrgdar.

Hesi seinastu 5 árini hava vit byrgt okkum meir og meir inni við innlendis tænastum uttan møguleika fyri útlendskari kapping. Tað seinasta og mest ræðandi er lógin frá 1997 um forðingar í sambandi við sølu av fiski.

Teoretiskt kunnu vit leggja til merkis, at av hesum fýra »bygnaðartrupulleikunum« í føroyskum vinnubúskapi, eru tríggir beinleiðis viðgjørdir í tí, sum M. Porter gav heitið »diamanturin«, sum er høvuðsmyndin hansara í sambandi við kappingarføri í tjóðum.

Eftir hesum myndli eru virkiskarmarnir góðir, har sum virkir eru í harðari altjóða kapping, hava lætta atkomu til stuðlandi vinnur, hava lætta atkomu til kunnleika á høgum støði og so tað, sum ikki er nevnt omanfyri, at virka millum kræsnar keyparar, sum seta høg krøv til vøruna.

Sæð við hesum eygunum er tað sera trupult at vera virkisleiðari ái Føroyum og at fáa eitt virki at bera seg, um tað skal virka til útflutnings. Við øðrum orðum: vinnukarmarnir eru trongir.

Uttan at vit rættiliga hava gjørt okkum tað greitt, so eru vit í dag í eini støðu, sum er sambærlig við 50-ini, tá tann fysiski infrastruktururin við vegum, havnum og el var so illa fyri, at vit illa kundu tosa um tátíðar modernaðar vinnukarmar: teir vóru als ikki til staðar!

Tí var ongin í altjóða høpi modernað vinna uppbygd í Føroyum fyrr enn væl inn í 60-ini og sum var í hæddini í gulltíðini hjá gomlu Føroya Fiskasølu í 70-unum og 80-unum.

Í dag er støðan aftur tann, at vit hava ongan í altjóða høpi modernaða vinnu, hvørki innanfyri fiskivinnuna ella aðra vinnu. Vit hava bert vinnur í harðari prískapping. Orsøkin er aftur at finna í vinnukarmunum, sum ikki eru til staðar fyri modernaða vinnu.

Uppgávan at skapa modernaðar vinnukarmar í Føroyum krevur, soleiðis sum eg síggi tað, eitt amboð. Hvørki meir ella minni: tað er ein kunnleika- og útreiðsluoptimalan almennan bygnað.

Vit kunnu í hesum høpi síggja tann almenna bygnaðin sum eitt slag av »Kolumbuseggi«, tí í honum liggja minst 4 ymiskir lyklar, sum kunnu snarast um somu tíð:

1. meir enn helvtin av føroysku framleiðsluorkuni liggur har og hin helvtin er nógv ávirkað haðani.

2. stórur partur av føroysku leiðsluorkuni liggur har

3. stórur partur av tí, sum kundi vorðið »vitanarinfrastrukturur« liggur har

4. tað er í síðsta enda bygnaðurin tí almenna sektorinum, sum myndar ráðgevingina á hægsta politiska og vinnuliga stigi.

Virkiskarmarnir í Føroyum eru als ikki til staðar í sambandi við eina modernaða vinnu anno 2000, heilt einfalt tí vit eru so lítil tjóð úti í Atlantshavi við egnum máli, egnari mentan og egnum búskapi, uttan at vit hava byrgt upp fyri hesum vansum og vent teimum til okkara fyrimunar.

Vit noyðast sjálv at berja okkum framá! Hartil krevst orka, leiðsla, vitan og gott politiskt handalag - og eg síggi bert eitt stað at finna hesi fýra: Í tí almenna sektorinum!

Setir hendan samgongan sær fyri at broyta vinnukarmarnar munandi og ger nakað við tað, so eigur tað at bera til innanfyri hetta valskeiðið at koma heilt væl áleiðis!

Tora vit ikki at taka spurningin um tann almenna bygnaðin upp, so óttist eg, at alt annað verður til lítla og onga nyttu!

Bankamálið er nú endiliga avgreitt. Lat okkum nú taka um sjálvan kjarnan í tí føroyska bygnaðartrupulleikanum: Tann almenna bygnaðin! Tíðin er ímóti okkum!


Signar J. Heinesen