BROYTINGARNAR og umskipan av øllum tí almenna bygnaðinum hava m.a. við sær, at landsstýrismenn flyta úr Tinganesi og við teimum eisini teirra stýri. Hetta hava vit longu sæð er hent við eitt nú heilsu- og almanna-stýrinum, sum er flutt út í Eirargarð saman við landsstýriskonuni.
OG nú er eisini frammi at flyta enn eitt stýri úr Tinganesi saman við landsstýrismanni, og tað er Vinnumálastýrið, sum skal flyta í bygningarnar á Bryggjubakka.
NÚ er tað so, at Vinnumálastýrið eftir verandi skipan skal tæna tveimum landsstýrismonnum, tvs. bæði Finnboga Arge og Eyðun Elttør. Undir Vinnumálastýrinum hoyrir Oljuumsitingin, og eftir tí sum Sosialurin hevur skilt, skulu hon og landsstýrismaðurin í oljumálum flyta á Bryggjubakka.
TAÐ er ómetaliga spell, um vit longu nú frá byrjan skulu taka skeivar avgerðir og seta út í kortið so skeivt, at hetta seinni fer at kosta nógv nógv meira, tá vit aftur skulu til at gera broytingar.
TÆR broytingar vit sipa til her er tann sannroynd, at hvørki oljufyrisiting ella landsstýrismaðurin í olju- og umhvørvismálum hoyra heima í Vinnumálastýrinum. Tað rætta hevði verið longu nú at tikið stigið fult út og sett á stovn eitt oljumálastýri og latið hetta verða verandi úti í Gróthúsbygninginum á Debesartrøð saman við Jarðfrøðissavninum, í hvussu er fyribils. Nettupp Jarðfrøðssavnið og Oljuumsitingin eru tveir partar av somu søk, og tí er skeivt nú at skilja hesar sundur við at leggja oljuumsiting á Bryggjubakka og hava Jarðfrøðissavnið á Debesartrøð. Tað hevur nakað við umhvørvi at gera: at hetta eru tveir stovnar, sum hoyra meira ella minni saman. Og at landsstýrismaður teirra eisini hoyrir heima á sama stað.
TAÐ er tí eftir okkara tykki skeivt nú at flyta landsstýrismann og oljuumsiting heim á Bryggjubakka at vera partur av Vinnumálastýrinum. Vit mæla tí til, at eitt oljumálastýrið verður skipað undir landsstýrismanninum í oljumálum og at halda hesi atskild frá Vinnumálastýrinum. Oljumál hoyra heima undir eini serstakari tilfeingisumseting - á sama hátt sum fiskivinnumál hoyra heima undir serstakari tilfeingisumsiting og ikki undir Vinnumálastýrinum. Vit vita, hvussu norðmenn hava borið seg at við nettupp at hava eina serskilda ?ressursforvaltning? fyri ráevni í undirgrundini. Vit kunnu einsvæl taka fulla stigið nú og skipa eitt sjálvstøðugt oljumálastýri, nakað, sum eisini hevur verið frammi í orðaskiftinum, men har tað hevur ligið í luftini, at hetta var nakað, sum kundi bíða. Best man vera at taka hetta stig nú, tí øll eru vit samd um, hvussu stóran týdning og ávirkan - uppá gott og ilt - ein komandi oljuvinna kann fáa. Ikki minst fyri-reikingin er so ómetaliga avgerandi, og slaka vit við henni, so verður kanska ilt at koma afturumaftur seinni. Vísið tí dirvi og hegni til at skipa hetta sum frægast frá byrjan. Er kósin longu skeiv frá byrjan, kann tað blíva sera tungur róður at koma aftur á beint.