Tórshavnar kommuna bjóðaði mikumorgunin 12. september til samkomu í kantinuni Svimjihøllini í Gundadali í sambandi við at ein av morgunfrúunum, Sigga Olsen, fylti 90 ár leygardagin 8. september.
Hóast høga aldurin er Sigga sera væl fyri og altíð í góðum lag. Nakrar ferðir um vikuna svimur hon í Svimjihøllini saman við hinum morgunfrúunum, har hon ofta er síggja á ovastu vippu.
Umframt morgunfrúurnar vóru familja og vinir komin til hugnaløtuna í Svimjihøllini, har borgarstjórin Heðin Mortensen heiðraði hana, og gav henni onkra gávu.
Sigga er ættað úr Sørvági, men hevur búð í Havnini meginpartin av lívinum. Hon hevur
svomið síðan hon var heilt ung.
mg