Virðingin ov stór

Jóhann Danielsen helt eftir dystirnar, at virðingin fyri mótstøðuni kanska hevði verið ov stór

Landsdystir


Eitt, sum eyðkendi avrikini hjá føroysku málverjunum í teimum báðum landsdystunum, var, at teir skuldu nýta nógva tíð fyri at koma inn í dystin. Eins og teir ikki vóru vanir við skotstyrkina hjá mótstøðuni, men Jóhan Danielsen helt tó ikki, at tað var hetta sum bilti so nógv.

- Eg haldi, at vit høvdu alt ov nógva virðing fyri mótstøðuni. Samanbera vit við eitt nú Áka og Sámal, so hava hesir eins hørð skot, so í so máta var ikki stóra at vera bangin um. Hinvegin var ein trupulleiki hjá okkum í málinum eisini, at vit alt ov ofta vóru seldir av verjuni. Við tað meini eg, at rumensku leikararnir ov ofta fingu loyvi at spæla seg ígjøgnum verjuna, áðrenn skotið varð.

- Tá tað er sagt, at skotini ikki eru so nógv harðari enn tey, sum fleiri av okkara kunnu skjóta, so skal eg tó eisini siga, at tey kanska eisini vóru betri plaserað, enn vit vanliga síggja. Teir duga betri at trekkja skotini, og har við gera tað torførari hjá okkum.


Hóast hetta, so stóð Jóhan seg í løtum væl í málinum. Serliga seinna hálvleik í Vestmanna fekk hann fatur á nógvum, og hesum var hann heldur ikki ósamdur í.

- Eg má siga, at eg var væl nøgdur um persónliga avirkið í seinna hálvleiki í dag (sunnudagin), men eisini í fyrra hálvleiki gekk tað hampuligt. Í øllum førum betri enn í dystunum fríggjadagin.

Flestu áskoðaranir mundu eftir dystin vera á einum máli um, at Jóhan við avrikinum hevði staðfest støðu sína sum fremsti málverji okkara. Hetta var tó ikki nakað, sum hann legði í at svara, tá vit spurdu hann, um hann nú kendi seg tryggari á málverjasessinum.

- Tíbetur er tað ikki eg, sum skal seta liðið til dystirnar, var einasta viðmerkingin, sum hann hevði til hendan seinasta spurningin.