BYGNINGUR
Bygningurin, sum Postverkið húsast í á Argjum, verður spakuliga tømdur. Enn arbeiða tó eini hálvtrýss fólk í bygninginum ? á frímerkjadeildini.
Hesi hevur Postverkið ikki møguleikan at flyta aðrastaðni sum støðan er nú, men hetta er nakað, Bergur í Garði, stjóri fyri Postverk Føroya, væl kundi hugsað sær.
?Tað er natúrligt fyri okkum, at vit hava alt virksemi á einum stað. Vit eru tó ikki sinnaðir til at gera umbyggingar á Óðinshædd, soleiðis at bygningurin verður ein umsitingarbygningur. Hetta vildi verið óðamannaverk, sigur Bergur í Garði.
Gamla Idé Húsið á Óðinshædd virkar sum stóri postsentralurin hjá Postverki Føroya, og har húsast eisini ein partur av fyrisitingini hjá Postverki Føroya. Stjórin fyri Postverkið vil heldur hava ein minni bygning afturat til fyrisitingarlig endamál enn at umbyggja verandi høli.
Her hevur Tórshavnar kommuna verið inni í myndini. Tórshavnar kommuna er áhugað í bygninginum hjá Postverkinum á Argjum til Argja skúla, men enn hevur talan bert verið um áhuga. Tosað hevur eisini verið um okkurt slag av gerðabýti, har Postverkið fær møguleikan at byggja uppi á Óðinshædd.
Greitt er eisini, at eisini onnur hava áhuga fyri bygninginum hjá Postverkinum á Argjum.
Tað er heldur ikki so løgið, at fleiri vísa áhuga. Talan má í síðsta enda vera um ein ógvuliga áhugaverdan bygning í høvuðsstaðnum ? kanska ein tann mest áhugaverda, nú líkt er til, at hann væl møguligt verður settur til sølu í næstum.
Bygningurin er 2.000 fermetrar til støddar, og hann liggur væl fyri á Argjum við frálíka góðum parkeringsviðurskiftum.
Ilt er at meta um, hvat ein tílíkur bygningur er verdur. Hann er tjúgu ára gamal, og við árunum er hann sjálvandi slitin eitt sindur.
Bergur í Garði sigur, at talan er um eitt kvalitet bygning í allar mátar. Hann metir, at skuldi teir bygt ein nýggjan sama slag bygning, vildi hesin kostað 20.000 kr./fermetur.
Falda vit so kostnaðin og fermetratal fáa vit 40 mió. Hetta verður bygningurin kanska ikki seldur fyri í dag, men atraktivur er hann uttan iva fyri onnur enn Tórshavnar kommunu. Higartil hevur Postverkið fingið nakrar fyrispurningur.
Bergur í Garði sigur, at hann ætlar ikki at lata bygningin standa tóman, og nú ein stórur partur verður tøkur, har postavgreiðslan húsaðist.
Vil hava pening
Nú Postverk Føroya stendur við einum virðismiklum bygningi, sum teir sannlíkt fara at selja, so vil postverkstjórin hava ágóðan av søluni, t.e. at Postverk fær peningin fyri søluna heldur enn landskassin.
?Tað er ikki við mín góða vilja, at landskassin fær peningin av einari sølu av bygningini á Argjum. Hann eigur Postverkið, og tað eru vit, sum hava umsitið og viðlíkahildið, sigur Bergur í Garði.
Postverkstjórin vil ikki kanna sær bitan ov tíðliga, men hann vil tó siga, at hann metir søluna av bygninginum á Argjum kunnu gerast ein týðandi vinning fyri raksturin av Postverki Føroya.
Stjórin ger púra greitt, at hann ongar ætlanir hevur um at lata bygningin standa tóman, nú flytast skal úr einum stórum parti av honum, og tí kann eitt møguligt leigumál lættliga koma upp á tal.