Ein nýggjur telduvirus kann føra við sær, at teldusníkar fremja innbrot á heimabankan Talan er um teldupostar, sum tykjast vera sendir frá trygdarfyritøkuni, F-Secure. Hetta er ein fyritøka, sum er høgt í metum innan KT-trygd.
Avsendaraadressan er supportupdate@f-secure.com, og sum evni stendur ?Data er tillagt og sendt med denne meddelelse.?
Um móttakarin opnar innihaldið í postinum, syrgir eitt forrit fyri at avrita datalyklar og loyniorð, soleiðis at teldusníkarnir kunnu fáa upplýsingar um heimabankar og aðrar persónligar trygdarupplýsingar.
Ekstra Blaðið skrivar, at veruliga F-secure hevur kannað teldupostarnar, og tey siga, at talan í veruleikanum er um postar, sum eru sendir frá einum servara í Ukraina.