Meðan hyggjarar hjá TV2, RUV og Viasat síggja hópin av EM-dystum í hondbólti í hesum døgum, so eru hesir dystir ikki at síggja hjá teimum, sum bara hava Kringvarpið at dúva uppá.
Kringvarpið misti á nýggjárinum rættindini til at samsenda ella endursenda tað, sum DR hevur á skíggjanum, men vantandi hondbólturin hevur tó einki við hetta at gera. TV2 og Viasat hava nevnliga hesi rættindi, og enn sum áður kann KvF senda tilfar hjá TV2.
- Vit koma bara at senda sjálvan finaludystin. Oftast hava tað verið hálvfinalur og finaluna, sum vit hava sent. Men støðan er tann, at hálvfinalurnar renna saman við Dag og Viku, og hana flyta vit treyðugt, sigur Barbara Samuelsen, programleiðari í Kringvarpinum.
- Vanliga er ein møguleiki, at dysturin kann sendast forskotið, men umbyggingar í Kringvarpinum innibera nakrar tekniskar avmarkingar í løtuni, so tann møguleikin er ikki til staðar nú, sigur Barbara.
- Tað hevur verið tosað um, at vit kanska áttu at sent dystin millum Danmark og Ísland mikudagin.
Men tað vildi verið eitt sindur hálvt, um vit brádliga sendu onkran hissini dyst og so annars ikki. Tí er avgerðin, at vit bert senda sjálva finaluna, sigur Barbara Samuelsen.